Upsaveiðan roynist ymiskt

- Tað er bara ein trolbátur til fiskiskap í løtuni. Teir eru á landleiðini og koma inn at landa í næstu viku.

Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa. Skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er misjavnur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Tvey pør og ein stakur trolari eru á gulllaksaveði.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari og ein frystitrolari fiska svartkalva í bretskum sjógvi.

 

- Tað er bara ein trolbátur til fiskiskap í løtuni. Teir eru á landleiðini og koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.