Úr bingjum í nýtt og stórt neyst

Í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag fegnast tey um, at nógvar ungar manningar eru í felagnum, og at felagið hevur nógvar virknar limir.

Dagfinn Olsen

 

Á Tvøroyri er stórur og stásiligur bygningur reistur. Tað er Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, ið byggir nýtt neyst.

 

- Vit fegnast um, at vit hava nógvar ungar manningar, so tað er barnaróður, ið tað snýr seg um fyri okkara viðkomandi. Vit kundu sjálvsagt hugsað okkum at havt vaksnar manningar við, men tað kemur seinni. Vit hava 6 manningar, harav ein er masters fyri kvinnur, sigur Kristina Roest, forkvinna.

 

Hon fegnast eisini um, at í felagnum eru nógvir virknir limir, og javnan manna oldboys bát og fara á fjørðin, og eisini kvinnur fara í bát av og á.

 

- Vit hava hildið til í bingjum í nøkur ár, men nú hava vit fingið bátarnar inn í nýggja neystið. Har er hiti í, og bátarnir standa heitt og væl. Men enn er ikki liðugt í erva, men tað nærkast, og tá hava vit m.a. venjingarhøli og sauna, sigur Kristina Roest.

 

##med2##

 

Gott felagslív

 

- Nú stákast vit við at skipa fyri jóansøku, og tað tekur eisini eitt sindur av orku hjá okkum í felagnum. M.a. verður ein myndaframsýning í neystinum, har gamlar og nýggjar myndir verða vístar, og tað eru vit spent uppá, sigur forkvinnan.

 

- Vit hava gott felagslív, og trivnaðurin er sera góður í felagnum. Sera nógv fólk venja, hóast ikki øll síggjast aftur, tá stevnur eru, men tað er jaligt, at so nógvir limir eru virknir, sigur Kristina Roest.

 

##med3##

 

Kappróðurin er broyttur

 

- Kappróðurin er so nógv broyttur. Nú er tað so nógv annað, enn bara stevnurnar. Nú er tað alt árið, ið vant verður, og ymisk tiltøk eru. Vit fara at vera vertir fyri eini grand prix kapping, sum RSF skipar fyri. Tað hava vit roynt fyrr. Og vit vóru eisini við til Ódnartøkini, og fingu heiðursmerki, sigur Kristina Roest.

 

- Firvaldur hevur 3 manningar og Tistil er teknaður til sum dreingir, hóast har eru 3 dreingir og 3 gentur við.  Og Tvørabáturin er við á Jóansøku við masters-kvinnur, sigur Kristina Roest.

 

##med4##

 

Bátar við í 2025

 

Firvaldur

 

Tistil

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her