Úr savninum hjá Rás2: Sepp Piontek var við Turkalandi í Føroyum í 1991

Hoyr Sepp Piontek í einari samrøðu frá 2013 fortelja um hvussu tað var at vera landsliðsvenjari hjá Turkalandi og Grønlandi

 

##med2##

 

Kendi týski venjarin, Sepp Piontek var í sínari tíð landsliðsvenjari hjá trimum londum.

 

Millum 1976 og 1978 varð Sepp Piontek landsliðsvenjari hjá Haiti.

 

Millum 1979 og 1990 gjørdist Sepp Piontek tjóðarhetja í Danmark, tá hann sum venjari hjá danska landsliðnum førdi Danmark til tvey EM-endaspøl og eitt HM-endaspæl, har Danmark spældi fótbólt, ið hugtók allan fótbóltsheimin, sjálvt Pelé og Johann Cruyff.

 

Millum 1990 og 1993 var Sepp Piontek landsliðsvenjari hjá Turkalandi. Sepp Piontek var sostatt venjari hjá Turkalandi, tá Turkaland á ovara vølli í Gundadali leiki javnt 1-1 móti Føroyum. 

 

Í samrøðu við gamla Rás2 í 2013 greiddi Sepp Piontek frá hvussu óttafullir turkisku leikararnir vóru at detta á tí ræðuliga graslíkisvøllinum, ið var á ovara vølli í Gundadali tá.

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Føroyar og Turkaland í 1991.

 

Sepp Piontek var eisini landsliðsvenjari hjá Grønlandi fyrst í hesari øldini. Eitt tað mest minniliga var, at Grønland undan oyggjaleikunum á Oynni Man í 2001 leikti ein venjingardyst í Farum á Norðursælandi móti Tibet. Kinverska sendistovan kókaði av øði, og Kina hótti Grønland við boykotti. 5.000 áskoðarar møttu til dystin, og stórar tíðindastovur sum CNN og BBC høvdu fólk á staðnum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra Sepp Piontek fortelja um dystin hjá Turkalandi í Føroyum í 1991, og um alt rokið, ið var undan dystinum hjá Grønlandi móti Tibet í 2001. 

 

 

 

 

 

Brot úr samrøðu við Sepp Piontek frá 2013

Brot úr samrøðu við Sepp Piontek frá 2013