Úr Savninum: Tá "Kvirra um fjøll og fløtur" varð týddur til norskt

Í samband við 80 ára føðingardagin hjá Øssuri Berghamar hava vit funnið eina forkunnuga søgu úr savninum hjá gamla Rás2

Í dag fyllir kendi havnarmaðurin, Øssur Berghamar sum hevur búð í Keypmannahavn síðani 1973 80 ár.

 

HER  ber til at lesa nøkur megnarorð Jóannes Hansen hevur skrivað í samband við 80 ára dagin. 

 

Ein tann kendasti sangurin Øssur hevur gjørt orð og lag til, og sum er vorðin fólkaogn er jólasálmurin "Kvirra um fjøll og fløtur".

 

Jólasálmurin varð týddur til norskt undan jólum í 2010. Are J. Heiseldal sum hevur starvast hjá norska TV2 í mong ár týddi jólasálmin til norskt, og hevur rættiliga ofta sungið jólasálmin í samband við jólakonsertir og jólatiltøk. 

 

Are Heiseldal og Øssur Berghamar samskiftu um týðingina, og Øssur Berghamar var rættiliga væl nøgdur við týðingina, um enn ikki tað ber til at føra allar føroyskar metaforar yvir í norskt mál.

 

Are týddi jólasálmin til norskt bókmál, ið er skriftmálið sum flestu norðmenn brúka. 

 

Heri Simonsen og Eyðfinn Drewsen, sáli gjørdu samrøður við Are J. Heiseldal og Øssur Berghamar á gamla Rás2 3. desember í 2010 um týðingina av "Kvirra um fjøll og fløtur". 

 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar við Are J. Heiseldal og Øssur Berghamar úr savninum hjá gamla Rás2.