Úr Sveits undir Svartafoss at giftast

Nógv útlendsk pør verða gift í Føroyum.

Eric og Karina vóru so hugtikin av Føroyum, at tey vildu giftast í Føroyum og spurdu borgarstjóran, um hann kundi gifta tey undir Svartafossi.

 

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.

 

Tað verða nógv útlendsk pør gift í Føroyum. Tey flestu verða gift á Ráðhúsinum í Havn og samantvinna brúdleyp við eitt náttúruupplivilsi í Føroyum. Men onnur hava serlig ynski, líka frá at verða gift á serligum støðum ella undir serligum umstøðum.

 

Eric og Karina búgva í Sveits. Tey vóru bæði púrasta hugtikin av Føroyum og fingu Greengate Incoming at skipa fyri eini brúdleypsferð til Føroya. Eric og Karina-Aleksandra ynsktu at verða gift undir Svartafossi, skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.

 

 Myndirnar tók Oleg Tru.