USA fer at gera Ukraina út við framkomnari rakettútgerð

Skipan, ið verður mett rættiliga framkomin, kann fáa týdning fyri verjuna hjá Ukraina ímóti loftálopum

 

Jarnbreytarstøð í Kharkiv-økinum, sum varð løgd í oyði í síðstu viku. USA vil gera Ukraina út við eini framkomnari rakettskipan ímóti loftálopum, sum er ment í Noreg, skrivar tíðindastovan AP, sum vísir til ónevnda keldu nærindis avgerðini. - Foto: Sergey Bobok/Ritzau Scanpix

USA ætlar at gera Ukraina út við eina framkomnari rakettskipan ímóti loftálopum, sum er ment í Noreg, skrivar tíðindastovan AP, sum vísir til eina ónevnda keldu nærindis avgerðini.

Joe Biden, forseti, fer sambært kelduni hjá AP at almannakunngera avgerðina á G7-toppfundi í Elmau í Týsklandi.

Í eini videorøðu fyri G7-londini verður roknað við at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer at biða um tung vápn frá Nato-londunum.

Framkomna loftverjuskipanin skal vera skipanin Nasams, sum er ment av norska Kongsberg Gruppe, og sum er framleidd í samstarvi við amerikanska Reytheon.

Nasams verður eitt nú nýtt av USA til at verja loftrúmið kring Hvítu Húsini og Kongressina í Washington.

Tað er ein flytbar loftverjuskipan fyri miðberandi rakettir, sum eru settar í samband við ein radara og ein eftirlitsvogn. Tá hóttanir úr luftini verða fangaðar, verða ein ella fleiri Amraam-rakettir av sær sjálvum sendar út ímóti málinum.

Skipanin verður mett at vera ógvuliga framkomin og kann verða týdningarmikil fyri verjuna hjá Ukraina ímóti loftálopum.

Amraam-rakettirnar eru mentar av Raytheon og kunnu bæði nýtast sum jørð-til-luft-rakettir og sum luft-til-luft-rakettir frá flogførum.

/ritzau/NTB

 

Jarnbreytarstøð í Kharkiv-økinum, sum varð løgd í oyði í síðstu viku. USA vil gera Ukraina út við eini framkomnari rakettskipan ímóti loftálopum, sum er ment í Noreg, skrivar tíðindastovan AP, sum vísir til ónevnda keldu nærindis avgerðini. - Foto: Sergey Bobok/Ritzau Scanpix