USA framvegis hart rakt av koronu

Seinastu vikuna hevur USA havt ein fjórðing av øllum teimum skrásettu covid-19 smittaðu í heiminum.

 

Hvønn dag gerast fleiri enn 150.000 fólk smittað við covid-19 í USA, og í løtuni liggja fleiri enn 100.000 fólk á sjúkrahúsi við koronu.

 

Tað vísa tøl hjá Worldometer.

 

Seinastu vikuna hevur USA havt ein fjórðing av øllum teimum skrásettu covid-19 smittaðu í heiminum.

 

Soleiðis eru smittutølini í USA heldur daprari nú, enn tey vóru í august mánaði í fjør.

 

Í august mánaði í fjør vóru fólk ikki koppsett, og tá var eingin heilivágur. Nú er helmingurin av fólkinum koppsett, og kortini eru smittutølini størri.

 

Mikudagin í hesi vikuni lógu 100.317 fólk við covid-19 á sjúkrahúsum í USA.

 

Sambært amerikanska heilsuverkinum er talið av innløgdum í dag meira enn seks ferðir so stórt, sum tað var fyri níggjum vikum síðan.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Talið av deyðum við koronu er nógv vaksið í USA í seinastuni.