Tom Price er í dag fyrrverandi amerikanskur heilsumálaráðharri eftir, at hann í gjárkvøldið valdi at fara úr starvi í kjalarvørrinum av avdúkingum, ið hava skjalfest, at hann hevur brúkt meira enn 2,5 milliónir krónur til at leiga privat flogfør í samband við hansara starv sum heilsumálaráðharri.
Sambært BBC, so er tað álagt almennum starvsfólkum, tá tað er møguligt, at flúgva við rutuflogførum í arbeiðsørindum.
Men skjøl sum Politico hevur almannakunngjørt seinastu vikurnar staðfestu, at Tom Price hevði í minsta lagið flogið 26 ferðir við privatum flogførum fyri ein kostnað á fleiri hundrað túsund dollarar, hóast nógvar av ferðunum vóru millum stórbýir, har fleiri flogfeløg hava vanliga rutuflúgving.
Sjálvur hevur Tom Price roynt at loyst málið við at endurrinda nakað av ferðaútreiðslunum, men mett var, at tolið hjá forsetanum longu var uppi, og at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn hann mátti leggja frá sær.
Talan er um fyrstan ráðharran í stjórnini hjá Donald Trump forseta, ið hevur lagt frá sær, og verður hann sambært amerikanska miðlinum Politico fyribils avloystur av varaheilsumálaráðharranum Don Wright.