USA opið fyri at veita hernaðarliga hjálp til Ukraina

Tað sigur amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz

 

Donald Trump, forseti í USA, fer at umhugsa at veita hernaðarliga hjálp til Ukraina, um friðarsamráðingar verða hildnar, og semja fæst um álitisskapandi tiltøk.

 

Tað sigur Mike Waltz, sum er amerikanskur trygdarráðgevi, og hetta sigur hann í samrøðu við Fox News.

 

- Eg haldi, at um vit kunnu leggja álitsskapandi tiltøk á borðið, so haldi eg, at forsetin fer at umhugsa at avlýsa hendan steðgin við vápnahjálp til Ukraina, sigur hann.

 

Í gjár segði pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, sigur, at eingin er orsøk at halda, at tíðindni um, at USA fyribils steðgar allari hjálp til Ukraina, ikki eru sonn.

 

Sagt hevur verið, at fyribils steðgurin eisini fevnir um hernaðarhjálp, sum er á veg í skipum, flogførum og sum longu er komin til grannalandið, Pólland.

 

##med2##

 

Sambært AFP segði Donald Tusk í gjár, at amerikanski steðgurin longu er sjónligur í Póllandi, haðani vápn og humaniter hjálp fara til krígsherjaða gannalandið, Ukraina.

 

Pólski forsætisráðharrin legði aftat, at frágreiðingar frá markinum millum Póllands og Ukraina benda á, at veitingarnar úr USA nú eru í einari bíðistøðu.

 

Men, skulu vit taka tað, sum trygdarráðgevin, Mike Waltz, sigur í dag, er ikki vist, at USA ikki fer at taka vápnahjálpina til Ukraina uppaftur.

 

 

 

Donald Tusk er pólskur forsætisráðharri