USA sinnað at tosa við fíggindarnar

USA er nú til reiðar at tingast við Iran og Sýrialand fyri at fáa hjálp til at steðga ófriðinum í Irak.

George W. Bush, forseti, hevur fyrr sýtt fyri at biðja Iran og Sýrialand um hjálp til at steðga ófriðinum í Irak. Tvørturímóti hevur USA lagt tey bæði grannalondini undir at hjálpa uppreistrarmonnunum í Irak.

Men nú hevur pípan brádliga fingið annað ljóð. Fyrradagin kunngjørdi Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, at Iran og Sýrialand eru boðin á fund við londini í ST-tryugdarráðnum seinni í hesum mánaðinum at tingast um, hvussu friður kann fáast í Irak.

-Hetta er einki minni enn ein stór broyting í amerikanska politikkinum, og eg vænti, at nakað gott kann spyrjast burturúr, sigur David Serwer á amerikanska friðargranskingarstovninum.

Iranska stjórnin hevur longu svarað, at hon er til reiðar at senda umboð á fundin.

-Vit taka av, so vit kunnu medvirka til at loysa trupulleikarnar hjá irakska fólkinum, segði trygdarpolitiski ráðgevin hjá iransku stjórnini, Ali Larijani, í gjár.


Heldur diplomati

Í USA hevur avgerðin um fund við Iran og Sýrialand fingið góða móttøku. Demokratiski leiðarin í Senatinum, Harry Reid, sigur, at avgerðin vísir, at tað ber ikki til at vinna kríggið í Irak við hermegi, men heldur við diplomatii. Eisini fyrrverandi uttanríkisráðharrin James Baker, sum stóð á odda fyri Baker-Hamilton-nevndini, fegnast um tað seinasta stigið.

-Vit noyðast at skilja og at ásanna, at USA stundum noyðist at tosa við lond, sum vit annars ikki vilja hava nakað við at gera, sigur Baker við Reuters.

Høvuðsendamálið við fundinum seinni í mánaðinum verður at fáa enda á ófriðinum og at tryggja, at vápnaflutningurin til teir stríðandi partarnar verður steðgaður.