- Nato er ikki ein partur av stríðnum í Ukraina, men vit stuðla rættinum hjá Ukraina til sjálvverju, sigur Jens Stoltenberg, sum í hesum døgum er á ST-aðalfundi í New York.

Tora neyvan at lata Ukraina álopsvápn

Meðan HIMARS-vápnaskipanin, sum Ukraina nú hevur, røkkur 80 kilometrar, kann ATACM-skipanin røkka heilar 300 kilometrar, men USA vil neyvan lata Ukraina hesa vápnaskipan.

 

- Nato er ikki ein partur av stríðnum í Ukraina, men vit stuðla rættinum hjá Ukraina til sjálvverju, sigur Jens Stoltenberg, sum í hesum døgum er á ST-aðalfundi í New York.

Tað hevur verið umrøtt í Nato-londum, hvørt Ukraina møguliga kann fáa lut í vápnaskipanina, nevnd Army Tactical Missile Systems, stytt ATACM.

 

Ukraina hevur áður fingið HIMARS-skipanina úr USA, sum mett verður er høvuðsorsøkin til, at tað í seinastuni hevur gingið so væl hjá ukrainska herinum at rikið russar aftur av stórum landaøkjum.

 

Meðan HIMARS-vápnaskipanin røkkur 80 kilometrar, kann ATACM-skipanin røkka heilar 300 kilometrar, men sum skilst vil USA neyvan lata Ukraina hesa skipan.

 

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, hevur ikki hildið tað verið rætt í løtuni at gera Ukraina út við ATACM-skipanini.

 

Sambært The New York Times hevur Russland nevniliga rópt hesa skipan fyri "reyðu linjuna", sum merkir, at landið ikki fer at góðtaka, at Ukraina fær slík vápn.

 

Verdens Gang hevur spurt Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, sum nú er á ST-aðalfundi í New York, hví USA ikki vil lata Ukraina hesa vápnaskipan.

 

Men, Nato-aðalskrivarin vil eftir øllum at døma ikki gera nakað burtur úr, hví USA heldur seg aftur.

 

Jens Stoltenberg vísir á, at verjusamgongan Nato hevur vaksið munandi um vápnahjálpina til Ukraina. - Nato er ikki ein partur av stríðnum í Ukraina, men vit stuðla rættinum hjá Ukraina til sjálvverju.

 

Nato-aðalskrivarin sigur, at Ukraina hevur fingið fleiri sløg av neyvleikavápnum og meira langtberandi vápnum. - Men, eg vil ikki gera viðmerkingar til ítøkiligu vápnasløgini, sigur Jens Stoltenberg við Verdens Gang.

 

##med2##

 

 

 

 

 


 

 

- Nato er ikki ein partur av stríðnum í Ukraina, men vit stuðla rættinum hjá Ukraina til sjálvverju, sigur Jens Stoltenberg, sum í hesum døgum er á ST-aðalfundi í New York.

HIMARS-vápnaskipanin, sum USA hevur latið Ukraina, røkkur 80 kilometrar.