Robyn Beck/AFP/Ritzau Scanpix

USA: Trump hevur veljarafund í Houston

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur aftur í dag ein av veljarafundum sínum – í Trumpleguni kallað »Save America-rally« – hesaferð í býnum Conroe um 60 kilometrar uttan fyri Houston í Texas.

 

Robyn Beck/AFP/Ritzau Scanpix

Fundurin byrjar klokkan 14 lokala tíð við undirhaldi og upphitingarrøðum, áðrenn Donald Trump sjálvur fer á talarastólin klokkan 19 lokala tíð – klokkan 01 í nátt okkara tíð.

Millum hinar røðararnar eru fleiri republikansk valevni til amerikanska miðvalið seinni í ár.

 

 

Robyn Beck/AFP/Ritzau Scanpix