USA vil hava fleiri arabisk lond at viðurkenna Ísrael

Amerikanski uttanríkisráðharrin letur skilja, at USA fer at hava somu linju í Miðeystri, sum Trump legði.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur í dag hildið ein netfund við tey trý arabisku londini og Ísrael, sum hava normaliserað viðurskiftini. Myndin er frá fyrr í mánaðinum, tá Blinkin hitti starvsfelagan Mohammad bin Abdulrahman al-Thani í Doha. - Foto: Marwan Tahtah/Ritzau Scanpix

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, heitir í dag á fleiri arabisk lond um at viðurkenna Ísrael.

Tað ger hann á einum fundi við Ísrael og trý arabisk lond, sum um hetta mundið í fjør viðurkendu Ísrael.

– Vit vilja stimbra fleiri lond til at gera sum Emiratini, Bahrain og Marokko. Vit vilja víðkað bólkin av friðarligum sendistovuvirksemi.

Tað sigur Blinken á netfundi við ráðharrarnar úr teimum fýra londunum.

Tá tey Sameindu Arabisku Emiratini og Bahrain – og stutt eftir Marokko – normaliseraðu viðurskiftini við Ísrael í 2020, var tað fyrstu ferð í fleiri áratíggju, at eitt arabiskt land hevði gjørt tað.

Tað var fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, sum setti hesa tilgongdina í gongd við Abraham Avtaluni, sum normaliseringin varð kallað.

Blinken ger greitt, at tað er hesari linjuni, sum Joe Biden forseti ætlar at halda fram við.

Trump varð lagdur undir við politikki sínum um vinarlig viðurskifti millium Ísrael og arbisk lond at síggja burtur frá støðuni hjá palestinum í hersettu økjunum á Vestara áarbakka og Gaza.

/ritzau/Reuters