Útbúgving fyri øll

Í fjølmiðlunum hava vit seinastu tíðina hoyrt og lisið um ein lesandi á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya, ið ikki fekk møguleika at halda fram við lesnaðinum orsakað av breki. MFS harmast um, at ein tílík støða hevur stungið seg upp. Hin lesandi fekk noktað møguleika at fara til endurpróvtøku – ein møguleiki, ið lesandi á Setrinum eiga at fáa, sambært lestrarhandbókini 2021.

 

Kortini fegnast vit um, at tann lesandi kærdi og Uttanríkis- og mentamálaráðið ógildaði avgerðina hjá Fróðskaparsetri Føroya. Harafturat fegnast vit um, at Fróðskaparsetrið tekur avgerðina til eftirtektar og arbeiðir ímóti at finna eina loysn, ið kann gera tað møguligt hjá tí lesandi at halda fram við lestrinum.Vit fegnast um, at Fróðskaparsetur Føroya miðar eftir at tryggja betri umstøður fyri lesandi við skerdum virkisførleika, sum útbúgvingarstovnurin skrivar í tíðindaskrivi.

 

Í stevnumið felagsins verður staðfest, at MFS virkar fyri, at “Fólk við serligum tørvi og foreldur at børnum við serligum tørvi skulu hava møguleika at nema sær útbúgving á jøvnum føti við onnur uttan somu avbjóðingar.” Harafturat verður víst í yvirlýsing um javnstøðu og javnrættindi á, at MFS strembar ímóti “at ein og hvør lesandi skal hava somu møguleikar og rættindi innan hægri útbúgving og somu atgongd til útbúgvingarskipanina.” Vit harmast um, at verandi umstøður á Fróðskaparsetri Føroya ikki rúma lesandi, ið bera brek.

 

MFS harmast um, at verandi umstøður ikki tryggja lesandi við skerdum virkisførleika javnbjóðis møguleika at nema sær útbúgving á Setrinum. Galdandi umstøður og skipan megna ikki at liva upp til sáttmálan hjá Sameindu Tjóðum um rættindi einstakliga, sum bera brek, ið Løgtingið samtykti í 2009. Grein 24, stk. 5 í sáttmálanum ásetur nevniliga, at:

 

“Limalondini skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa høvi til at stunda hægri lestur, vinnuútbúgving, vaksnamannaútbúgving og læring fyri lívið uttan mismun og á jøvnum føti við onnur. Til at røkka hesum endamáli skulu limalondini tryggja, at rímiligar umstøður verða veittar fólki, ið bera brek.”

 

Skulu vit liva upp til ásetingina, er neyðugt, at landsins myndugleikar og útbúgvingarstovnar ætlaðir hægri lestri tryggja nøktandi stuðul og neyðugu hjálpina til lesandi, ið bera brek. MFS tekur undir við tíðindaskrivinum hjá MEGD, har Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, vísir á, at vónandi fara útbúgvingarstovnar í framtíðini at fáa nøktandi ráðgeving og fíggjarliga orku at gera rímiligar og neyðugar tillagingar, har tørvur er á tí. Vilja vit hava somu møguleikar, sum hægri lærustovnar í grannalondum okkara bjóða og vilja hava eitt fevnandi lestrarumhvørvi, har vit ikki útihýsa fólki, ið bera brek, mugu útbúgvingarstovnar okkara tryggja lesandi, ið bera brek, grundleggjandi rættindi og liva upp til hesi.