SO kom hon loksins - orrustan, kapprenningin, klandrið - ella hvat tú vil kalla tað - um framtíðar oljuútgerðarhavnina/havnirnar í Føroyum. Ikki meira enn vóru dyrnar latnar aftur til tíðindafundin á Hafnia um Drelnes sum oljuútgerðarhavn, so vórðu dyrnar til býráðssalin í Havn latnar upp - til tíðindafundin um Sund sum útgerðarhavn. Og tað ljóðar, at uppaftur aðrir fundir verða í næstum um enn fleiri útgerðarhavnir kring landið.
SUM so er einki óvanligt í hesum. Soleiðis eru vit bara - vit føroyingar uppá gott og ringt. Initiativinum bagir einki. Altíð eru vit fúsir at fara í gongd. Og altíð hevur ein hug at fara undir nakað, sum ein annar er byrjaður uppá. Tað nýtist ikki at liggja nakað ringt og skeivt í tí. Kanska tvørturímóti. Soleiðis hevur tað verið í Føroyum altíð, og hetta hevur havt fyrimunir og vansar við sær. Tá ein fór at byggja fiskiskip, fóru fleiri tað. Tá ein fór at gera flakavirki, fóru aðrir tað eisini. Tá ein fór til Grønlands at fiska, fóru aðrir sama veg. Tá ein fór til New Foundlands, komu aðrir eftir. Soleiðis hevur lyndi og framsøkni verið í okkum føroyingum. Og spurningurin er, um ikki júst hetta eigur lívið í okkum í dag. Ein kann so venda tí og siga, at nettup hesir eginleikar okkara hava koyrt okkum á heysin fleiri ferðir. At øvundin hevur bara oyðilagt. Ella tú kanst velja at hugsa sum Gunnar Hoydal, sum í sjónvarpssending herfyri eisini dugdi at síggja tað positiva í øvundsjúkuni.
NÚ tað verður kunngjørt, at útgerðarhavnir skulu vera kring landið, eru tað helst mong, sum hugsa, at nú eru vit føroyingar aftur við at gerast ørir. Fyrr var tað flakavirki á hvørjum tanga, nú eitur tað útgerðarhavn á hvørjum tanga. Latið okkum brúka verandi gongd til nakað positivt og ikki bara fara á bakbeinini, yppa øksl og hugsa, at nú eru vit við at endurtaka gamlar syndir aftur. Hvat við at taka núverandi gongdina sum eitt sunnheitstekin um, at tað framhaldandi er virkishugur og initiativ í føroyinginum. At vit vilja nakað. At vit ikki missa mótið av eini kreppu. Og lat okkum so taka upp eitt alment og breitt orðaskifti um, hvussu vit brynja okkum út til eina oljuvinnu sum frægast. Orðaskiftið um hetta hava vit ongantíð fingið av álvara, men nú tá vit hava nakaðnokkso ítøkiligt at taka støðu til, so hevði tað verið rætt at fingið eitt aðalorðaskifti um hesar spurningar. Ein kann tá siga, at tað positiva við hesi gongdini við Drelnesi og Sundi er nettup hetta, at hon setir nakað í gongd, sum annars vil koma ov seint.
Drelnes ella Sund! Tað er ikki spurningurin í løtuni. Hann er, hvussu vit vilja plasera eina oljuvinnu í einum framtíðar vinnupolitikki. Og í hvønn mun vinnupolitikkurin skal vera partur av einum regionalpolitikki, tvs. í hvønn mun ein oljuvinna skal vera brúkt sum amboð at varðveita og menna útjaðarin ella fyri tað bygdirnar í Føroyum. Hetta er eitt orðaskifti, sum vit eiga at taka uttan mun til um olja er her ella ikki. Men nú tá spurningurin um olju er vorðin so aktuellur, tá er tað rætt og rímuligt at draga hann uppí málið. Tí skal tað vera okkara vón, at bæði vinnu og oljumálaráðharrin taka stig til eitt orðaskifti um ikki bert spurningin, hvar ein framtíðar útgerðarhavn skal liggja, men um okkara framtíðar vinnupolitikk. Eftir okkara tykki er tað líka so týðandi at fáa hetta uppá pláss sum at tosa um at fáa viðurskiftini millum Danmark og Føroyar uppá pláss, tó at hesi eru partur av somu søk. Til Páll Vang, Leiv Hansen, Poul Mohr, Mærsk og ASCo: arbeiðið bara víðari við tykkara verkætlanum men latið vera við at gera stóríløgur enn. Tær skulu ikki gerast enn kortini, tí leitifasan krevur tað ikki. Men harfyri kunnu vit politiskt tosa um, hvat er best fyri land og fólk og ikki minst, hvat er best fyri okkara eftirkomarar.