Nú verður dýrari hjá útlendingum at ferðast í Føroyum

- Og tey, sum búgva á útoyggj, rinda hálvan prís

Nú verður loksins ein nýggj skipan sett í verk fyri tey, sum ferðast við kring landið við tyrluni hjá Atlantsflogi. Tað merkir, at tey, sum búgva á útoyggj, skulu rinda hálvan prís og tey, sum ikki hava bústað í Føroyum skulu rinda munandi meiri fyri ferðaseðilin enn tey gera nú. Hetta er ein skipan, sum hevur verið í umbúna í fleiri ár, men nú verður hon so sett í gildið 1. september í ár

 

Rutuflúgvingin hjá tyrluni knýtir smáu oyggjarnar upp í meginøkið, og í nógvum førum er tyrlan einasti samferðslumøguleikin hjá útoyggjafólki. Tí hava tey, sum búgva á útoyggj ein fyrimun framum onnur í sambandi við tyrluflúgving.

 

Tey rinda nevniliga bara hálvan prís, umframt at tey kunnu bíleggja pláss við tyrluni 30 dagar áðrenn fráferð. Aðrir føroyingar kunnu, í fyrsta lagi, bíleggja pláss sjey dagar frammanundan og útlendingar kunnu bíleggja pláss tveir dagar áðrenn tey ætla at ferðast.

 

– Við at gera tað dýrari hjá ferðafólki við bústaði uttanlands, vóna tey, at at tað verður lættar hjá  útoyggjafólki at fáa pláss við tyrluni. Nýggja prísskipanin sær soleiðis út, at tey, sum búgva í Føroyum, rinda vanligan prís. Men tey, sum búgva á útoyggj, rina hálvan prís, og tey, sum hava bústað uttanlands, rinda trýdupultan prís.

 

Tað merkir, at tá ið tey, sum búgva á meginøkinum í Føroyum,  rinda 100 krónur, rinda útoyggjafólk 50 krónur og tey, sum eru búsett uttanlands, rinda 300 krónur.