Tað vísti seg, at tað var ein útlendingur, sum koyrdi bilin.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at ert tú útlendingur og ikki hevur fastan bústað í Føroyum, so verður tú revsaður alt fyri eitt. Í hesum førinum missir viðkomandi rættin at koyra bil í Føroyum – uttan at tað ávirkan rættin at koyra bil í heimlandinum. Hann fær eisini eina bót.
Í hesum føri var bara talan um smávegis materiellan skaða.
Í fekk ein maður bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Boð vóru eftir løgregluni til ein tilburð í hesum sambandi uttan fyri Herbergið í Havn.
Í Klaksvík var ein persónur tikin fyri at koyra bil ávirkaður. Viðkomandi sat í bilinum, tá løgreglan kom á staðið, men tá stóð bilurin stillur. Vitni vóru, sum høvdu sæð viðkomandi koyrt.
Løgreglan fekk í gjár boð um ein lítlan oljuleka í Fuglafirði. Sløkkiliðið í Fulgafirði tók sær av hesum.
Tíðliga í morgun hendi eitt soloóhapp í Kaldbaksbotni, har ein bilur fór út av vegnum og inn í veggin við vegjaðaran. Kvinnan, sum koyrdi bilin, varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Vaktleiðarin á politistøðin sigur frá teirra fólki, sum komu á staðið, at har var sera hált í morgun.










