Útoyggjafólk samd um at mótmæla

Í útoyggjunum er mest sum full semja um at mótmæla, at Strandferðslan verður einskild

Siglingin hjá Strandferðsluni skal ikki latast upp í hendurnar á privatum at røkja.

Tað eru útoyggjafólk mestsum samd um, nú Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið sum loyvir honum at útveita sigling hjá Strandferðsluni til privat at røkja.

 

Seinastu dagarnar hava fólk á útoyggj, savna  220 undirskriftir, at mótmæla ætlanini. Sostatt eru útgoyggjafólk mest sum samd um at mótmæla, tí á nýggjárinum búðu bara 232 fólk á teimum útoyggjunum, Strandferðslan siglur til.

Talan er um Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur og Skúvoy.

 

Tær 220 undirskriftirnar eru nú handaðar Vinnunevndini hjá Løgtinginum, umframt Løgmanni og Landsstýrismanninum í vinnumálum. 

 

Les eisini: Siga kortanei til at einskilja Strandferðsluna.

 

Samferðslan til útoyggjarnar er hjartað í búsetingini, siga tey.  

Tey mæla staðiliga frá, at flutningsskyldan hjá Strandferðsluni verður tikin av og at  ruturnar verða lagdar í privatar hendur.

 

- Útoyggjarnar hava tørv á, at politiska skipanin bakkar tær upp, stuðlar undir menning og skapar grundarlag fyri bøttum umstøðum og búseting, siga útoyggjafólkini.

 

- Hetta uppskot ger tað øvugta, skapar ótryggleika og ótta fyri framtíðini, leggja tey afturat.