Útróðrarbátar hava vánaligan fiskiskap

Trý ísfiskalínuskip og fimm frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni.

Í løtuni eru trý ísfiskalínuskip til fiskiskap.

 

- Eitt er vestan fyri, eitt eystan fyri, og eitt er á Føroyabanka. Skipini fáa mest av hýsu, longu og brosmu - og á Føroyabanka eisini nakað av havtasku og skøtu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt frystilínuskip er í altjóða sjógvi, og fýra eru undir Føroyum.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin batnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður gott fyrst í vikuni, men meira ivasamt til útróður seinni í vikuni.

 

- Vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri teir næstu dagarnar, men útróðrarbátarnir hava vánaligan fiskiskap, verður lagt aftrat.