Tað var Flemming Mikkelsen, løgtingsmaður, sum handaði Henry Jacobsen í Vági tænastumedaljuna fyri langa og trúgva tænastu á sama arbeiðsplássi.
Flemming Mikkelsen man vera tann, sum hevur arbeitt eina longst saman við Henry Jacobsen. Teir báðir hava arbeitt saman í 30 ár, Henry á bedingini og Flemming í Smiðjuni.
Eftir at hava verið arbeiðsmaður hjá Garðamonnunum í trý ár, slapp Henry í læru sum skipstimbrari í 1947.
Sjálvur kom Flemming í smiðjulæru árið eftir í 1948 og teir arbeiddu so saman, tíl Flemming legði frá sær, í 1988. Eftir at hann varð valdur á ting, arbeiddi hann tó ikki fast í smiðjuni.
? Smiðjan og bedingin vóru stór arbeiðspláss við nógvum sveinum og nógvum lærlingum, segði Flemming Mikkelsen.
? Teir flestu lærlingarnir fóru víðari, menn summir blivu eftir aftaná lokna læru.
?Hetta var tíðin, tá ið sluppirnar blivu umbygdar. ? Summar fingu nýggjan motor motor, tær fingu tangar og stýrihús, og lugar og kahyttir varð gjørt av nýggjum. So tað var ríkiligt at gera allar seks yrkadagar í vikuni- tá varð eisini arbeitt leygardag.
? Tað var eisini nógv yvirtíð og tað hendi seg meiri enn so, at menn eisini fingu arbeiðsboð sunnudag.
Flemming Mikkelsen segði, at skipasmiðjan og bedingin fingu sína størstu avbjóðing, tá ið Magnus á Gørðunum varð longdur, tað var veturin 1963-1964.
? Tað vóru tey, sum hildu, at bitin var ov stórur. Men tað gekk væl. Allir gjørdu sítt ítarsta og arbeiðið varð vaæl úr hondum greidd.
? Tá ið Magnus á Gørðunum var liðugur, var farið undir at gera tríggjar útróðrarbátar, vanliga nevndir tjúgu-tonsararnir.
?Onnur stórarbeiði eru gjørd síðani. Men uttan álitismenn varð arbeiðið ikki avgreitt.
Flemming Mikkelsen segði, at Henry Jacobsen var ein av teimum álitismonnum, sum stóðu í fremstu røð, tá ið tøk skuldi takast.
? Enn í dag er hann góður í ráðum og kann enn taka lut í tí, sum fer fram á skipasmiðjuni, hóast reiðiliga komin til árs.
Hann segði, at har, eins og á øllum øðrum arbeiðsplássum, var lagið skiftandi, tað vóru góðar løtur og minni góðar løtur.
? Men altíð batnaði hýrurin, tá ið vit hoyrdu Henry tríva í onkran av teimum gomlu slagarunum við lív og sál.
Løgtingsmaðurin helt, at tað var alla æru vert, at teir á Skipasmiðjuni hildu Henry verða verdugan at fáa tænastumedaljuna og høvdu innstillað hann.
?Fyri mær er tað ein heiður og gleði at sleppa at handa honum hetta heiðursmerki, segði hann.