- Uttan ítróttin vóru vit fátøk

- Gestablídnið hevur ongantíð skortað hjá suðuroyingum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sum vegna kommununa bjóðar øllum vælkomnum á jóansøku.

 

- Tað er ein stórur heiður hjá Tvøroyrar kommunu at verða vertur fyri tjóðarhátíð suðuroyinga, jóansøkuni. Henda stevna gongur nú móti teimum hundrað árunum, og øll hesi ár hava bygdirnar, Tvøroyri og Vágur, í sátt og semju skipað fyri.

Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sum vísir á, at jóansøka, sum er hetta vikuskiftið, er triðja summarstevnan í røðini.

- Men, summarstevnurnar hava tað sera trupult, tí tað er hørð kapping við festivalarnar. Jóansøkan er eisini eitt sindur fyrr í ár enn undanfarnu ár. Orsøkin er kappingin við Voxbotn, sum dregur ógvuliga nógvan ungdóm úr Suðuroynni til sín. Nú eru tiltøkini ikki sama vikuskifti, so vónandi verður ungdómurin verandi í Suðuroynni á jóansøku.

Borgarstjórin vísir á, at eitt, sum altíð hevur sermerkt jóansøkuna, eru tær nýklaktu pisurnar, men hesa vøkru sjón sleppa stevnugestirnir tíverri ikki at síggja í ár.

- Nú í eina tíð hava vit havt nógv starvsfólk til at fríðka um býin, eins og fólk sjálvi hava fríðkað um sínar ognir.

Kristin Michelsen vísir á, at Tvøroyri altíð hevur raðfest ítróttin høgt, og hevur ítrótturin á staðnum eisini eina sera ríka og søguliga mentan. - Her varð jú grundarsteinurin undir allan føroyskan ítrótt lagdur, og uttan ítrótt høvdu Tvøroyri og allar Føroyar verið fátækar.

Borgarstjórin vísir á, at hóast Tvøroyri ikki hevur havt so stóran inntøkuvøkstur og fólkavøkstur, sum flestu økir í landinum hava havt seinnu árini, so hevur Tvøroyri hóast alt bæði inntøkuvøkstur og rættiliga stóran fólkavøkstur.

Jóansøkuskráin er bæði drúgv og góð, og her er nógv at fara til.

- Gestablídnið hevur ongantíð skortað hjá suðuroyingum, og her standa allar dyr opnar. Vegna okkara kommunu vil eg takka øllum, sum fyrireika jóansøku og øllum teimum, sum hava tiltøk – tað veri seg bæði ítróttarlig, mentanarlig, andalig og nógv onnur tiltøk.

Sum borgarstjóri, bjóðar Kristin Michelsen vegna kommununa eisini øllum at vera hjartaliga vælkomin á jóansøku á Tvøroyri.

- Tað er mítt ynski, at veðrið verður við okkum á stevnuni – og at øll kunnu fara til húsar aftur við góðum minnum frá jóansøkuni 2019, sigur Kristin Michelsen.