Útvísingin fór illa við vágamonnum

HB var í heilt góðum hýri í seinna hálvleiki, tá ið heimaliðið í Gundadali skoraði fleiri mál

HB hevur spælt tveir dystir, síðani venjaraskiftið síðsta mánadag, og tað er endað við tveimum sigrum.

 

Mikukvøldið vann HB 2-1 í steypakappingini. Tað var á heimavølli ímóti AB.

 

Í dag vann HB trivaligan 3-0 sigur í góðveðrinum í Gundadali. Tað var ímóti 07 Vestur, sum í fyrra hálvleiki var væl skipað, helt HB frá stórum møguleikum og onkra ferðina var um reppið at vera í góðum støðum.

 

Heilt avgerandi løtan var fimm minuttir eftir steðgin. Tá sá vongverjin í vinstru hjá 07 Vestur Jóannis á Steig beinleiðis reytt kort, tí hann stutt frammanfyri málstrikuna togaði ein av mótstøðumonnunum um koll.

 

Dómarin bríkslaði fyri brotssparki til HB, og tað umsetti Daniel Johansen til 1-0. Daniel, sum seinastu ferðirnar hevur verið bæði á framrættaðum plássi og á beinkinum.

 

07 Vestur megnaði alla tíðina at varðveita spælskipanina. Jasper Van Der Heyden, sum hevði verið annar av álopsspælarunum, varð fluttur aftur á miðvøllin, men HB var mest á bóltinum, og tað eydnaðist heimamonnunum at skora tvey mál.

 

Tað fyrra skoraði Áki D. Samuelsen við rimmar langskoti úr 18 metrum, og so var tað Adrian Justinussen, sum staðfesti sigurin.

 

HB spælararnir fegnast, tí hetta var bara onnur ferðin í ár, at teir fara av vøllinum, uttan at mál er skorað ímóti teimum.

 

07 Vestur vísti, at liðið er betri enn eitt lið, sum er á veg ímóti niðurflyting.

 

 

 

HB – 07 Vestur 3-0 (0-0)

 

1-0: Daniel Johansen br 50.

 

2-0: Áki D. Samuelsen

 

3-0: Adrian Justinussen

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Adrian Justinussen, Áki D. Samuelsen, Dan í Soylu, Ári Mohr Jónsson – Stefan Radosavljevic, Pætur J. Petersen

 

07 Vestur: Ari í Haldstovu Petersen – Asbjørn Heðinsson, Eiler Fróðason, Dánjal Pauli Lervig, Jóannis á Steig – Mathias Voss, Janus Svabo Samuelsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Ronni Møller-Iversen – Jasper Van Der Heyden, Mads Borchers