Bjarging
Tað tók manning av Vædderen umleið fimm minuttir at seta bát út og fáa kvinnuna undir læknahond umborð á Vædderen, sigur Færøernes Kommando í tíðindaskrivi.
Vædderen var á vitjan í Cork í Írlandi í døgunum 31. december til 3. januar. Skipið er júst afturkomið til Føroya, sigur Førernes Kommando.
Fyrrapartin nýggjársdag sá fólk av Vædderen, at ein kvinna datt í kanalina yvir av har, Vædderen lá við bryggju. Bátur var beinanveg settur út, og teir fingu kvinnuna inn í bátin einar tvey hundrað metrar frá skipinum. Streymur var í kanalini.
Kvinnan varð fingin umborð á Vædderen og kom undir læknahond. Hon tóktist lívleys, tá hon kom umborð, men kom skjótt fyri seg aftur. Síðan varð hon við sjúkrabili flutt á sjúkrahús í Cork, og kom skjótt reiðiliga fyri seg aftur og livir nú væl, sigur Færøernes Kommando í tíðindaskrivinum.