Víkingur-B36

Eftir hálvan tíma hevur Víkingur lagt seg á odda. Málskjútti var Finnur Justinussen, sum eftir innlegg úr vinstru stýrdi bóltin í málið.

Tíggju minuttir undan steðginum hevur Víkingur økt um leiðsluna, sum nú er 2-0. Málskjútti var Sølvi Vatnhamar, sum við høvdinum stýrdi innleggi úr høgru í málið.

 

52 min

3-0

Finnur Justinussen eftir uppspæl frá Andreas Lava Olsen.

 

4-0

Finnur Justinussen leggur beinanvegin eftir 3-0 málið ímillum afturlegging og styrkir harvið um sína støðu sum toppskjútti.

B36 roynir at vísa góðan hugburð, men enn hevur tað ikki hilnast.

 

60 min

4-1

Bergur Midjord er fyrstur á bóltinum eftir kontra.

 

Beinanvegin eftir málið hevur rok verið í Sarpugerði. Eftir fríspark ímóti Andreas Lava Olsen, sum hevndi seg, var reyðakortið tríggjar ferðir á lofti: Atli Gregersen og Andreas Lava Olsen hjá B36 og Dennis Holmberg hjá B36.

 

75 min

4-2

Oddmar Færø hevur minkað um munin, nú tað eru 10 B36 spælarar ímóti 9 víkingum.

 

85 min

4-3

B36 er rættuliga komið fyri seg, eftir at teir manningarliga eru yvirmannaðir. Sjúrður Thomassen hevur minkað um munin, sum nú bara er eitt mál.

 

Liðugt!