Ja, so er Yngd komin aftur, aftaná eina tiltrongda summarfrítíð, og sum lesararnir ivaleyst koma at leggja merki til, so er sniðið á blaðnum nakað broytt. Sjálvandi vilja vit framhaldandi at Yngd skal blaðið, sum er sett av til tey ungu, og vilja vit tí framvegis viðgera nøkur av teimum evnum, sum upptaka tey ungu. Nøkur av teimum evnum, sum vit ætla okkum at hyggja nærri upp á framyvir, eru útbúgvingar av ymiskum slag, ymsir trúarbólkar umframt at vit sjálvandi koma at viðgera nøkur aktuell evni, so hvørt sum hesi stinga seg upp.
Yngd nú 8 síður
Sum nakað nýtt er Yngd nú økt úr 4 upp í 8 síður. Hetta fer sjálvandi at viðføra, at vit framyvir hava møguleika fyri at viðgera tey ymisku evnini gjøllari. Økta síðutali gevur okkum eisini møguleika fyri at taka nýggjar tættir inn í blaðið, uttan at hetta ger tað neyðugt at minka um restina. Tær fyrstu avleiðingarnar av hesum síggjast í blaðnum í dag, og vónandi koma vit at hava eitt gott samskifti við lesararnar, soleiðis at vit kunnu meta um, hvørja undirtøku nýggju teigarnir hava.
Í blaðnum hesuferð
Vit hava flest øll hoyrt um Erlu Dahl Mørch, sum í hesum døgum er at síggja á TV3, har hon er millum teirra, sum royna at vinna sær heiður og pening og El-Nido oynni á Filipinunum. Hon var tó ikki einasti føroyingurin, sum royndi at koma við á oynna. Yngd hevur hitt Yngd hesuferð hava vit hitt tveir føroyingar, sum komu rættuliga langt í royndunum at gerast ein Robinson, eins og vit hava spurt okkum fyri, hvat tey ungu halda um Robinson. Harumframt hava vit hitt ein ungan føroying, sum á einhvønn hátt hevur gjørt vart við seg sjálvan.
Sjálvandi hava vit eisini rúmd fyri tónleikinum, har vit ummæla 3 fløgur, eins og vit hava hitlistar og tíðindi annars innan tónleik og undirhald.
Hevur tú eitt
gott hugskot
Vit fáa sjálvandi ikki gjørt øllum til vildar, men hevur tú eina góða søgu at siga okkum, ella veitst tú um onkran, sum hevur okkurt serligt í umbúnað. Set teg so í samband við okkum, so vit kunnu viðgera evnið, og møguliga fáa eina grein burturúr. Tað ber eisini til at senda okkum teldupost á yngd@sosialurin.fo. Vit á Yngd trúgva uppá, at jú nærri lesararnir eru at blaðnum, tess meira áhugavert verður tað. Somuleiðis vil hetta tryggja, at vit ikki standa í stað í okkara menning av blaðnum, men framhaldandi menna okkum við nýggjum impulsum úti frá.