Griski søguskrivarin Hero-dot, sum livdi 400 ár f. kr. sigur frá, at teir gomlu grikkarnir vóru sannførdir um, at allar sjúkur stavaðu frá matinum. Læknarnir ráddu fólki frá at nýta heilivág fyrstu sjúkudagarnar fyri ikki at órógva lekjandi evnini, sum vóru í kroppinum. Kanska var hetta nakað yvirdrivið, men at rættur kostur hevur havt og hevur stóran týdning fyri heilsuna er einki at ivast í. Orðini »tú ert tað, tú etur«, sum stava frá tí tíðini, verða í dag nýtt í sambandi við upplýsandi tiltøk um kost og heilsu í okkara grannalondum.
Nú vit eru við teir gomlu grikkarnar, eiga vit ikki at gloyma mannin, sum verður kallaður pápin at nútímans læknavísund. Maðurin er griski læknin Hippokratis, sum livdi um somu tíð sum Herodot. Hann sigur, at matur kann brúkast sum heilivágur ímóti sjúkum. Sum dømi nevnir hann, at livur lekjur náttarblindni. At tað eru evni í matinum, sum ávikavist kunnu lekja og framkalla sjúkur, hava vísundafóllk fyri langari tíð síðani funnið fram til, og henda gransking heldur fram. Nevnast kunnu m. a. eingilsk sjúka, skyrbjóg, beri beri og náttarblindni. Eisini hjá okkum hava fólk vitað, at matur kundu fyribyrgja. Longu í seinru helvt av 16. øld hevur livralýsi verið brúkt sum heilivágur ímóti eingilskari sjúku. Læknavísindin tekur í dag kostproblematikkin í størri álvara, enn gjørt varð fyri árum síðani. Í dag verður sjálvan tosað um trotsjúkur, heldur um vælferðarsjúkur, men framvegis hevur kosturin fyri ein part skuld í sjúkunum. Tað, sum kann órógva er, at summar trotsjúkur aftur eru at síggja á okkara leiðum, hesar sjúkur, sum høvdu fingið navnið armóðssjúkur.
Eitt framkomið og vælvirkandi heilsuverk, veitir teimum, sum hava tað fyri neyðini, bestu viðgerð, eigur at vera ein sjálvfyrlgja í einum vælferðarsamfelag. Í mínum hugaheimi er fyribyrgjandi heilsuviðgerð eisini upplýsing um rættan kost í sambandi við góða heilsu. Eitt vælvirkandi nútímans heilsuverk eigur at hava tilboð um kostráðgeving. Mær vitandi eru tveir kostráðgevarar fyri alt landið, og at hetta er alt ov lítið, tað kann ein og hvør siga sær. Her verða ikki stundir til annað enn at ráðgeva, tá tú ert vorðin sjúkur. Tá heilsumiðstøðir verða bygdar runt um í landinum, eigur tað at vera ein sjálvfylgja, at eisini ein útbúgvin kostráðgevi verður knýttur at staðnum.
Eisini innan skúlagátt eigur nógv at verða gjørt fyri at kunna tey ungu um fylgjurnar av ikki at vanda sær um, hvat tey eta. Skal talan verður um at broyta hugbnurð viðvíkjandi kosti, so má byrjast við teimum smáu. Fólkaskúlalógin leggur upp til, at heimkunnleiki skal standa næmingunum í boði í framhaldsdeildini, og verða kravd lærugrein í fimm ella fleiri skúlaár í 1. - 7. flokki. Alt gott um tað, men ymiskt er, hvussu skúlarnir prioritera, og strammari fíggjarkarmar skúlin fær at arbeiða undir, størri er vandin fyri, at hetta kemur at raka akkurát hesa lærugrein.
Norra var fyrsta norðurland, sum kom til ta niðurstøðu, at tað almenna eigur at taka sín part av ábyrgdini av landsins kostpolitikki. Í 1976 samtykti stórtingið í Noreg leiðreglur fyri einum norskum kostpolitikki. Í Danmark legði Tove Lindbo Larsen, sum umboð fyri Javnaðarflokkin, uppskot fram í danska fólkatinginum um, at tingið við lóggávu átti at gera leiðreglur fyri kostpolitikk.
Útgangsstøðið var stóri títtleikin av sjúkum, sum høvdu samband við kost, t. d. hjarta-æðrasjúkur, krabbasjúkur o. s. fr. Samstundis skuldi hetta verða ein partur av einum víttfevnandi arbeiðssetningi um fyribyrging. Uppskotið var aftan á drúga vviðgerð samtykt einaferð í eindanum av áttatitalinum. Danski kostpolitikkurin hevur sum yvirorðnað mál
a. at eggja fólki til at velja kost, sum uppfyllir krøvini til sunnan, heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi mat og
b.at verja fólkið móti heilsuvandum sum kunnu stava frá matvørum.
Eisini kann nevnast, at Nordisk Råd hevur eina »Embedsmandskommité for levnedsmiddelsspørgsmål«.
Fyri fleiri árum síðani tóku fleiri feløg seg saman og heittu á Føroya Løgting um at fáa eitt orðaskifti í lag um støðuna her, tá tað snýr seg um kost og heilsu. Her var m. a. hugsað um matarhald á stovnum, kantinum o. ø., har fólk hava sína dagligu gongd. Somuleiðis varð hugsað um at seta í verk ymiskt upplýsandi arbeiði og at kanna støðuna viðvíkjandi kostinum hjá teimum eldru, o s. fr. Har var eingin áhugi, í hvussu so er hoyrdist einki aftur.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eina matvørudeild. Á hesi deils arbeiða mær fortalt tvey fólk. Arbeiðið hjá teimum er at hava eftirlitið við vørum, su koma til alndið og vørum, sum verða framleiddar her. Her er ikki talan um kvalitetskanning. Talan er um at kanna, at vøran lýkur heilsufrøðiligu treytirnar fyri at kunna seljast her.
Tað verður meira og meira vanligt at hoyra um frammandagjørdan mat, sum kemur á marknaðin. Aktuelt í løtuni er genmodifiseraður matur og hormonviðgjørt kjøt. Vit vita ikkil um hesin matur hevur heilsuskaðiligt árin, sum frá líður. Hvørja støðu føroyski brúkarin hevur til henda mat, er í hesum sambandi lítið áhugavert, tí hann hevur smáar møguleikar at velja. Eingi krøv verða sett til innflytarar, at hesar vørur skulu hava frámerki. Meira áhugavert er at vita, hvat føroysku politikarar ætla sær at gera við hetta. Eitt skulu vit vera greið yvir; tað steðgar ikki við hormonviðgjørdum kjøti, og hvussu kann brúkarin kenna seg tryggan, at hann hevur nakað val, tá einki er, sum sigur, at maturin skal hava eitt frámerki. Sama er við útílatingarevnum. Landsstýrið kann gera av, at danski positivlistin verður nýttur, men hevur ikki gjørt tað, og tí er einki eftirlit við, hvat verður koyrt í vøruna.
Í matvørulógini § 40 stendur, at »Landsstýrið kann seta eit matvøruráð, ið er ráðgevandi hjá Landsstýrinum innan matvøruumráðið í síni heild«. Í donsku umsetingini eitur tað »levnedsmiddelråd«. Hetta ráðið er ongantíð vorðið veruleiki.
Ein almennan kostpolitikk, og eitt matvøruráð at taka sær av hesum, er ein nátúrligur partur av heilsupolitikkinum.
Sigrid Dalsgaard