Tað ringasta at finna semju um, var at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu, men nú haldi eg, at allir partar hava góðtikið tað.
Tað sigur Sirið Steenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú hon hevur lagt eina frágreiðing fyri Løgingið um, hvussu sjúkrahúsverkið í Føroyum skal skipast og mennast.
– Hetta er ein ætlan, sum fer at økja um virksemið á øllum trimum sjúkrahúsinum, og eg vóni, at øll fara at vera glað fyri úrslitið, sigur hon.
Les eisini: Ein leiðsla skal vera fyri øll trý sjúkrahúsini
Landsstýriskvinnan sigur, at tað er ongin, sum ikki kann siga, at nýggi bygnaðurin ikki verður ein fyrimunur fyri bæði Landssjúkrahúsið og tey smáu sjúkrahúsini.
Nógvar ætlanir eru frammi um, hvussu sjúkrahúsini kunnu mennast og semja er um tær allarflestu ætlanirnar.
Men leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og politikarar í Norðoyggjum, hava ikki viljað hoyrt talan um, at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu.
Les eisini: Alt bráðneyðugt skal vera í Havn
Í fleiri mánaðir hevur Sirið Stenberg umrøtt spurningin við umboð fyri allar flokkar, men politikararnir úr Norðoyggjum hava hvørki verið til at høgt ella stungið í.
Sirið Stenberg sigur, at tískil slepti hon ætlanini at tosa meiri við umboðini fyri teir politisku flokkarnar.
Men hon sigur, at hon hevur eisini viðgjørt bygnaðarspurningin saman við leiðslunum á teimum trimum sjúkrahúsinum.
Les eisini: Fleiri skurðviðgerðir skulu vera í Klaksvík
– Men fortreytin fyri teirri viðgerðini hevur verið, at alt sjúkrahúsið skuldi leggjast undir eina leiðslu, og spurningurin var bara, hvussu tað skuldi skipast.
– Vit mugu hava alt sjúkrahúsverkið undir eina felags fyrisiting fyri at kunna gagnnýta tey trý sjúkrahúsini til fulnar, sigur landsstýriskvinnan.
Og hon sigur, at tey nú hava funnið eina loysn, sum leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum hava boðað frá, at tær kunnu góðtaka.
Les eisini: Meiri at gera á Suðuroyar Sjúkrahúsi
– Hóast vit fáa eina yvirskipaða leiðslu fyri alt sjúkrahúsverkið, varðveita tey lokalu sjúkrahúsini eisini sína leiðslur. Men tær lokalu leiðslurnar vera við í einum leiðslutoymi, saman við einum ovasta stjóra, og sostatt fáa lokalu leiðslurnar eisini sína ábyrgd av øllum sjúkrahúsverkinum sum heild.
– So í roynd og veru fáa tær lokalu sjúkrahúsleiðslurnar størri ábyrgd nú, enn tær hava havt, tí tær fara eisini at fáa eina felags ábyrgd fyri øllum sjúkrahúsverkinum.
Sirið Stenberg sigur, at hon hevur eisini undirtøku í samgonguni fyri ætlanini.
Trýst annars á pílin og hoyr Sirið Stenberg greiða frá