Lewis Hamilton vann eina av teimum mest sermerktu formil 1 koyringunum í nýggjari tíð, og gleddist almikið um sigurin, ið gjørdi, at Hamilton nú hevur 12 stig fleiri enn liðfelagin Alonso, og við bert tjúgu stigum eftir at kappast um, tykist heimsmeistaraheitið rættiliga tætt við at vera hansara.
Regnaði ov illa til at koyra kapp
Fyrstu ferð í 30 ár kom formil 1 sirkusið til breytini undir Fuji fjallinum. Síðan regn oyðilegði tær báðar fyrstu koyringarnar á breytini í 1976 og 77, hava aðrar breytir verið karmur um japansku formil 1 koyringina, og í 20 ár hevur heimabreytin hjá Honda, Suzuka breytin verið almenna japanska formil 1 breytin. Men stórt lobbi virksemið, hevur havt við sær, at man Fuji í ár kom á kalendarin. Men við regnið í tíðarkoyringini leygardagin livdi Fuji breytin upp til sítt umdømi, so illa regnaði, at ein av venjingunum var avlýst, tí bjargingar tyrlan ikki slapp á flog fyri regnið. Og sjálv koyringin gjørdist eisini merkt av regnið. Fyrstu 19 umførini var trygdarbilur á breytini, og bilarnir koyrdu í eini fittari røð runt, uttan møguleika at yvirhála hvør annan. Regnið datt so tungt niður á breytina, at tað var ov vandamikið at lata bilar koyra kapp í hesum líkindunum.
Ferrari í øðini
Lewis Hamilton hevði fyrstu byrjunarstøðu frammanfyri liðfelaganum Fernando Alonso, og teimum báðum Ferrari førarunum Kimi Räikkönen og Felipe Massa. Men báðir Ferrari bilarnir fingu boð um, at koyra inn í pittin at skifta dekk, ti teir í mun til øll hini liðini vóru byrjaðir á vanligum regnveðursdekkum ístaðin fyri dekkum til ekstremt regn, Ferrari hevði ikki fingið boðini áðrenn koyringina, og úrslitið var, at Massa og Räikkönen fóru aftur um allar hinar bilarnar. Ferrari liðið var í øðini. Men kundi eftir koyringina gleðast um, at Räikkönen við at koyra seg fram á triðja pláss enn teoretiskt er við í kappingini um heimsmeistaraheitið.
Alonso misti HM
Tá 19 umfør vóru koyrd, var regnið eitt sindur minkað, og kappkoyringin varð sett í gongd. Hetta gjørdust 48 sera dramatisk umfør við nógvum avkoyringum og ákoyringum. Millum hesar átti Fernando Alonso fleiri, og dagurin hjá spanska heimsmeistaranum endaði við, at hann misti tamarhald á bilinum á vátu breytini, og við nógvari ferð smildraði sær bilin inn í ein vegg. Áðrenn hetta hevði hann millum annað rent saman við unga nýbyrjaða týskaran Sebastian Vettel, og júst Vettel var ivaleyst mest vónbrotni maður á breytini. Vettel lá í sínum Torro Rosso bili á odda einu løtuna, á øðrum plássi einu løtuna, og við fáum umførum eftir lá til at enda á triðja plássi í síni sættu formil 1 koyring. Við fáum umførum eftir, gjørdi Vettel eitt mistak, ið kostaði dýrt fyri bæði hann og arbeiðsgevara hansara. Trygdarbilurin var komin á breytina, tá Alonso smildraði sær bilin, og í ringa sýninum rendi Vettel á Mark Webber, ið var á øðrum plássi í sínum Red Bull bili. Úrslitið var endin fyri koyringina hjá báðum bilum. Red Bull eigur bæði liðini, og unga hetjan gjørdist við hesum lítla mistaki dagsins bandittur. Dagurin gjørdist ikki betur, tá leiðslan fyri japansku koyringina revsaåði Vettel, við at flyta hann 10 byrjunarstøður aftur í komandi formil 1 koyring.
Heikki Kovalainen koyrdi skilagott í sínum Renault bili, og fyri fyrr so nógv útskeldaða finnan var dagurin hæddarpunktið á kappingarárinum hitgartil.
Úrslit av japansku formil 1 koyringini
Úrslit Koyrari Lið Tíð/Givin Stig
1 Lewis Hamilton McLaren – Mercedes 2:00:34:579 10
2 Heikki Kovalainen Renault + 8.3 sekund 8
3 Kimi Räikkönen Ferrari + 9.4 sekund 6
4 David Coulthar Red Bull – Renault + 20.2 sekund 5
5 Giancarlo Fisichella Renault + 38.8 sekund 4
6 Felipe Massa Ferrari + 49.0 sekund 3
7 Robert Kubica BMW + 49.2 sekund 2
8 Vitantonio Liuzzi STR – Ferrari + 55.6 sekund 1
9 Adrian Sutil Spyker – Ferrari + 60.1 sekund
10 Rubens Barrichello Honda + 88.3 sekund
11 Jenson Button Honda + 1 umfar
12 Sakon Yamamoto Spyker – Ferrari + 1 umfar
13 Jarno Trulli Toyota + 1 umfar
- Nick Heidfeld BMW givin
- Takumo Sato Super Aguri – Honda givin
- Ralf Schumacher Toyota givin
- Anthony Davidson Super Aguri – Honda givin
- Nico Rosberg Williams – Toyota givin
- Sebastian Vettel STR – Ferrari givin
- Mark Webber Red Bll – Renault givin
- Fernando Alonso McLaren – Mercedes givin
- Alexander Wurz Williams – Toyota givin
HM fyri koyrarar
Støða Koyrari Land Lið Stig
1 Lewis Hamilton Bretland McLaren – Mercedes 107
2 Fernando Alonso Spania McLaren – Mercedes 95
3 Kimi Räikkönen Finnland Ferrari 90
4 Felipe Massa Brasilia Ferrari 80
5 Nick Heidfeld Týskland BMW 56
6 Robert Kubica Póland BMW 35
7 Heikki Kovalainen Finnland Renault 30
8 Giancarlo Fisichella Italia Renault 21
9 Nico Rosberg Týskland Williams – Toyota 15
10 Alexander Wurz Eysturríki Williams – Toyota 13
10 David Coulthard Skotland Red Bull – Renault 13
12 Mark Webber Australia Red Bull – Renault 10
13 Jarno Trulli Italia Toyota 7
14 Ralf Schumacher Týskland Toyota 5
15 Takuma Sato Japan Super Aguri – Honda 4
16 Jenson Button Bretland Honda 2
17 Adrian Sutil Týskland Spyker – Ferrari 1
18 Sebastian Vettel Týskland STR – Ferrari 1