Størsti bankin í Danmark, Danske Bank, væntar fleiri rentuhækkingar tað næsta árið. -Vit vænta, at Evropeiski Miðbankin fer at hækka rentuna fýra ferðir afturat teir næstu tólv mánaðarnar, sigur Peter Rossing Andersen, búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, við Børsen.
Hann sigur, at bankin væntar tær fyrstu hækkingarnar í hesaum árinum.
Higartil hava búsdkaparfrøðingar roknað við, at Evropeiski Miðbankin og danski Tjóðbankin fóru at hækka rentuna tvær ferðir afturat í ár upp í góð 4,50 prosent. Men Peter Rossing Andersen sigur, at rentan kemur helst upp á 5,00 prosent.