? Vit vóru við tá tað av fyrstan tíð varð farið undir at gera tilbúgvingarætlan fyri Føroyar, men síðani vórðu vit brádliga sett til síðis. Hetta haldi eg vera óguliga keðiligt.
Kári Hammer, formaður í ladsfelagnum fyri føroysku bjargingarfeløgini, harmast um, at bjargingarfeløgini higartil ikki eru sloppin upp í part við arbeiðinum at skipa ein tilbúgvingarskipan fyri Føroyar. Men hann vísir samstundis á, at hann væntar, at hesi viðurskifti nú fara at koma upp á pláss.
Taka málið upp
Leygardagin hevði landsfelagið hjá sløkkiliðsfólkum úr øllum Føroyum aðalfund í Norðurlandahúsinum. Í sama viðfangi høvdu bjargingarfeløgini eisini fund á sama stað, og seinni var ein fundur, har umboð fyri Vinnumálastýrið eisini vóru við. Á hesum fundi varð gjørt vart við misnøgdina hjá sløkkiliðsfólkum og bjargingarfeløgunum.
Aðalstjórin í Vinnumálastýrinum, Arne Poulsen, tók misnøgdina til eftirtektar og lovaði, at málið verður tikið upp. Tískil vóna bæði Kári Hammer, formaður í landsfelagnum hjá bjargingarfeløgunum, og Suni Vinter, næstformaður, at bjargingarfeløgini nú sleppa upp í part í arbeiðinum, eins og tey upprunaliga vóru.
? Myndugleikarnir hava nú lovað, at vit skulu sleppa upp í part, og tað fegnast vit um. Vit halda nevniliga sjálvi, at bjargingarfeløgini hava ein týðandi leiklut í einari tilbúgvingarætlan, sigur Kári Hammer.
Gjalda sjávi skeiðini
Hóast bjargingarfeløgini nú hava fingið lyfti um, at tey sleppa at vera við í arbeiðinum at leggja eina tilbúgvingarskipan til rættis, eru tey hóast alt ikki heilt nøgd við viðferina, tey fáa frá myndugleikunum.
Bæði Kári Hammer og Suni Vinter vísa á, at tað er ógvuliga óheppi, at limirnir í bjargingarfeløgunum afturat, at alt arbeiðið er ólønt, sjálvir skulu gjalda fyri at útbúgva seg á ymiskum viðkomandi skeiðum. Teir siga, at skeiðini eru ógvuliga kostnaðarmikil, og tí ber ikki til hjá limunum at leggja løntu starv teirra til síðis fyri at fara á eitt skeið, sum teir harafturat skulu gjalda mikið av peningi fyri.
? Eg haldi, at myndugleikarnir áttu at boðið okkum skeiðini ókeypis. Vit gera jú okkara arbeiði ókeypis, og tað er ikki so lítið, sum vit gera, sigur Kári Hammer. Hann vísir samstundis á, at fólk frá løgregluni og sjúkrabilatænastuni fáa skeiðini ókeypis afturat, at tey fáa fasta løn fyri arbeiði sítt.
? Men eg eri væl nøgdur við samstarvið, vit hava við løgregluna og onnur á økinum, sigur hann.
Suni Vinter vísir á, at bjargingarfeløgini og brandmenninir í áravís hava strongt á, bæði at koma við í eina tilbúgvingarætlan og at fáa skeiðini ókeypis, og vónar hann, at hetta fer at eydnast sum skjótast.