Vár E. Eidesgaard hevur fyri lítlari løtu síðani vunnið gull í 400 metrar frí í svimjihøllini í Visby í Gotlandi.
Vár E. Eidesgaard vann við tíðini 4:28.08. Nummar tvey var Gemma Atherley úr Jersey við tíðini 4.28.40.
Vár E. Eidesgaard hevur eisini vunnið oyggjaleikagull í 800 metrar frí.