Vóru fyrireikaðir uppá Lawal

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Liðskiparin hjá HB, Johan Troest Davidsen ætlar sær at halda ólavsøku

Var lagið ringt á ÍF-venjaranum, Jákupi Mikkelsen, so var lagið framúr gott hjá HB-liðskiparanum, Jóhan Troest Davidsen, sum kundi fegnast um trý stig, og at hava tikið ímóti einum vøkrum ólavsøkusteypið.

 

Meðan ÍF-venjarin ikki ætlar at halda ólavsøku, so sleppa Jóhan Troest Davidsen og liðfelagarnir ein túr í býin í Havn í kvøld.

 

Jóhan Troest Davidsen heldur, at talan var um ein uppibornan sigur til HB, har teir tann størsta partin av dystinum vóru spælstýrandi, og høvdu flestu málmøguleikarnar. Liðskiparin hjá HB undirstrikar, at teir vóru væl fyrireikaðir uppá Adeshina Lawal, sum skeyt hattrick fyri ÍF ímóti KÍ farna sunnudag. Nú er HB á einum Europa League plássi, og tað fara teir at stríðast fyri at halda. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás við Jóhan Troest Davidsen, aftaná dystin millum HB og ÍF á ovara vølli í Gundadali í Havn fyrr í kvøld.