Vísa EM-dyst á stórskíggja

Í londunum kring okkum verður nógv gjørt burturúr at skipa fyri støðum, har fólk kunnu savnast og hyggja eftir EM-dystum uttandura.


Vanliga verður ikki skipað fyri slíkum í Føroyum, men nú verður ein roynd gjørd, tá grannarnir fyri vestan møta Portugal.


Tórshavnar kommuna, Televarpið, Miðlahúsið og Ljóðtøkni gera nevniliga eina roynd í kvøld, tá tey seta ein stórskíggja upp á trappuna í Vágsbotni.


Dysturin byrjar klokkan átta í kvøld og fyrireikararnir vóna, at undirtøkan verður góð fyri nýggja tiltakinum.
Ferðslan í miðbýnum er broytt nakað, løtuna dysturin verður leiktur.