Ein hátrýstsryggur yvir Føroyum førskast í ein landnyrðing yvir Norðhavinum. Eitt lágtrýst fer í ein norðan sunnan fyri Ísland, og tey tilhoyrandi brúgvaløgini við regni koma inn yvir Føroyar hósdagin og fara víðari fríggjadagin. Eitt nýtt rættiliga djúpt lágtrýst fer inn yvir bretsku oyggjarnar av útsynningi tíðliga leygardagin, og tey tilhoyrandi brúgvaløgini við regn náa Føroyar sunnan ífrá leygarmorgunin. Sunnudagin fer ein minni hátrýstsryggur yvir landið, men mánadagin nærkast eitt djúpt lágtrýst spakuliga av útsynningi við tilhoyrandi brúgvaløgum.
Í dagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn av og á, seinnapartin meiri regn. Hitin í nátt um 6 stig, um dagin millum 8 og 10 stig. Fríggjanáttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Framvegis skýggjað og regn og hitin um 10 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lítið lot, undir 5 m/s. Í annaðkvøld snarar hann í eystan og landnyrðing og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn, men seinnapartin og í annaðkvøld slítur og klárar í. Hitin um 10 stig, um náttina niður í 5 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s. Yvirvhøvur skýggjað og út á dagin regn av suðri. Hitin millum 8 og 11 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, eitt skifti makar niður í lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 7 m/s, um náttina øtlar hann aftur í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Út á náttina upp í strúk í vindi, 13 m/s, í støðum. Fyrst skýggjað og okkurt æl, men sum frá líður turt og sólgottar og hitin um 10 stig. Um náttina millum 7 og 10 stig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein sunnan og útsynning og makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Sum dagurin líður verður skýggjað og regn. Móti kvøldið klárar í og yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 10 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, stundum regn ella ælaveður og hitin millum 5 og 10 stig.