V. U. Hammershaimb 180 ár

Á Mariumessu á vári 1819 var faðir skrivtmál okkara, V. U. Hammershaimb borðin í heim á løgmansgarðinum á Steig í Sandavági

Á Mariumessu á vári 1819 var faðir skrivtmál okkara, V. U. Hammershaimb borðin í heim á løgmansgarðinum á Steig í Sandavági.

Pápi Vensels, Jørgen Frants Hammershaimb, var hin seinasti løgmaðurin í Føroyum, eftir at løgtingið varð lagt niður sum ting í 1816.

Løgmaður búði kortini á garðinum í Sandvági nøkur ár eftir hetta, men um 1820 doyði Jørgen Frants, og tá garðurin skuldi býtast sundur, flutti løgmanseinkjan við báðum børnunum, Vensili og Mariu Louisu til Havnar.

Bæði faðir og móðir Vensils vóru úr Gongini í Havn. Hann úr Fútastovu og hon, Armgard Maria, var úr Nýggjustovu. Tá hon flutti til Havnar aftur, flutti hon inn til móður sína, Helene Christien Egholm, og búði hon har restina av ævi síni.

Størsta partin av barndóminum búði Vensil í Nýggjustovu í Havn, men longu 12 ára gamal fór hann í 1831 til Keypmannahavnar at ganga í skúla.

Í bókini »V. U. Hammershaimb - lívssøga og virki hans« sigur Edward Mortensen (seinni Mitens) frá um uppvøksturin hjá Hammershaimb. Hann sigur m. a., at Vensili dámdi sera væl at lurta eftir søgum, sum tey gomlu søgdu frá.

Abbi hansar var Wencelslaus Hammershaimb, fútin, sum búði í grannahúsinum, Fútastovu. Hann var vitugur maður, og tá Vensil var seks ára gamal, lærdi abbin hann at lesa.

Fyrstimaður fútans, Jens Davidsen (1803-78) hevði lært at lisið hjá ommubeiggja Vensils, Jens Chr. Svabo. Hann lærdi Vensil at lesa, og síðan var hann settur í Havnar skúla.

Fyrsta prestaembætið hjá Vensili í Føroyum var í Kvívík í 1855, og har eggjaði hann monnum sum Kvívíks Jógvan og Jóan Peturi uppi í Trøð, sum seinni gjørdu sannir Føroyamálsvinir.

Í 1862 gjørdist hann próstur og flutti inn á Nes. Í 1878 fór hann aftur til Danmarkar, og har fekk hann prestakall í Lyderslev.

Seinasta ferðin hjá Vensili í Føroyum var í 1893. Hann doyði í Keypmannahavn 8. apríl í 1909 90 ára gamal.