Væl nøgd við skattin í september

Í Vestmanna kommunu eru tey rættiliga væl nøgd við skattainntøkurnar í september.

Vestmanna kommuna fekk væl meira í kommunuskatti í september 2013 enn sama mánaða í 2012.

 

- Í september í ár fingu vit 3.149.811 krónur  í mun til 2.612.171 krónur  í september 2012. Hetta er ein vøkstur á 537.640 krónur svarandi til 20,58%.

 

Skatturin til Vestmanna kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 1,24% í mun til somu tíð í 2012. Hetta svarar til 319.771 krónur. 

 

- Vit eru avbera væl nøgd við skattin fyri september. Vónandi kemur henda positiva gongd í september at halda fram restina av árinum, sigur Vestmanna kommuna.