Vælveruvikuskifti á Hotel Føroyum

Longu tá ið tú slakkar av og snarar av Oyggjarvegnum oman í Kerjar, sært tú hotellið og náttúruna renna saman í eitt. Tá ið tú trínur inn, sært tú alla Havnina breiða seg út framman fyri Nólsoynni. Lívið her er hin reina friðsæla – her fert tú niður í ferð og kennir teg væl.

Hotel Føroyar bjóðar tær eina kveikjandi vælveru uppliving á Hotel Føroyum við gisting í tvær nætur, pilates, rasul í Ress Spa og matskrá við sjey rættum í matstovuni Ruts.

 

Vælveruvikuskiftið á Hotel Føroyum er frá fríggjadegnum 7. oktober til sunnudagin 9. oktober. Byrjað verður við seinnapartspilates og eini lættari máltíð á nýggju kafe’ini 1933.

 

Leygarmorgun er morgunpilates og morgunmatur. Síðani er rasul viðgerð í Ress Spa, umframt at møguligt er at tilkeypa aðrar viðgerðir í Ress.

 

Áðrenn seinnapartspilates er møguligt at venja í fitnessmiðstøðini ella at fara eina gongutúr eftir rossagøtuni ella oman í viðarlundina undir Kerjum.

 

Leygarkvøldið verður borðreitt við eini samansettari matskrá við sjey rættum á matstovuni Ruts, sum er ein grøn matstova við útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð.

 

Sunnumorgun er aftur morgunpilates og morgunmatur áðrenn fráferð klokkan 12.

 

Kostnaðurin fyri ein persón er 3.225 krónur, meðan kostnaðurin fyri tveir persónar er 5.500 krónur.

 

Møguligt er at bíleggja kamar umvegis heimasíðuna hjá Hotel Føroyum ella at seta teg í samband við Hotel Føroyar á telefon 317500.

 

Pilates

 

Pilates minnir heilt nógv um yoga. Arbeitt verður við smáum rørslum, ið strimbra, styrkja, stabilisera og strekkja vøddar, bindivev og allar liðir í kroppinum. Pilates styrkir kjarnuvøddarnar í kroppinum so sum rygg, lendar, búk og kokubotn. Tað er ikki neyðugt at hava royndir við pilates, øll eru vælkomin. Annika Rajani hevur tímarnar.

 

Rasul

 

Rasul er eitt serstakt vælveruupplivilsi, har tú fært tvey sløg av leiri at smyrja á andlit og kropp, ímeðan tú nýtir hitan í dampbaðnum. Dampurin ger, at pokurnar opna seg, ímeðan leirið bæði reinsar og strimbar húðina. Eftir viðgerðina kennist húðin mjúkari og smidligari.