Vænta at Smyril verður seinkaður fleiri ferð um vikuna

Tað eru serliga tríggjar dagar um vikuna, at roknast kann við seinkingum

Ferðafólk skulu vænta, at Smyril verður seinkaður fleiri ferðir í vetur, sigur Strandferðslan. Myndina tók John Martin Olsen

Nú í eina tíð er tað hent javnan og savnan, at Smyril ikki klárar at halda ferðaætlanina, men at hann er nógv seinkaður. Her er bæði talan um fráferðir av Havnini og av Krambatanga.

 

Strandferðslan sigur, at fremsta orsøkin til hesar seinkingar, er, at tað er so nógvur farmur at flyta, og at tað veksur alla tíðina. Tí ger Strandferðslan greitt, tað er ikki væntandi, at støðan fer at broytast, men at seinkingarnar fara at halda fram. At tað nú er vetur, ger ikki støðuna frægari, tí nú hevur Smyril eisini veðrið at stríðast við.

 

Strandferðslan sigur, at tey gera, tað tey kunnum fyri at skipa farmaflutningin soleiðis, at hann skal ávirka ferðaætlanina sum minst. Men tey gera greitt, at tað slepst ikki undan seinkingum og tey siga, at tað er serliga á serliga mánadagar, mikudagar og hósdagar, at seinkingar eru væntandi, serliga túrarnar seinnapart og um kvøldið.

 

Ferðafólk skulu vænta, at Smyril verður seinkaður fleiri ferðir í vetur, sigur Strandferðslan. Myndina tók John Martin Olsen