Vænta ikki at brúka meiri enn fimm milliónir

Landskassin letur nú stuðul fyri at bjarga tónleikafestivalunum kring landið

Landsstýrið fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at bjarga tónleikafestivalunum kring landið, sum hava verið hart raktir av koronu í ár.

 

Fyri at basa smittuni, hava myndugleikarnir mælt frá, at fólk samlast og avleiðingin av tí var, at fleiri tónleikafestivalarnir vóru av ongum.

 

Talan er um fleiri festivalar, eisini G-festivalin, Summarfestivalin og Country Blues festivalin.

 

Landsstýrið sigur, at hesi tónleikatiltøk krevja neyva fyrireiking í fleiri mánaðir frammanundan. Atgongumerki vórðu seld í góðari tíð, og tað eru inntøkur av atgongumerkjum, sum eru høvuðsinntøkurnar hjá teimum. Men stuðulin kann í mesta lagi verða 85 prosent av útreiðslunum.

 

Stuðul varð eisini latin fyri avleiðingarnar av koronu í fjør. Landsstýrið sigur, at endamálið er, at tónleikafestivalarnir skulu hóra undan og tey vænta, at útreiðslurnar hjá landskassanum fara ikki upp um fimm milliónir tilsamans.