Vænta met lága valluttøku í Italia

Tøl úr Italia benda á, at valluttøkan í dag verður verri enn botnmetið á valinum í 2018.

 

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Italia, Silvio Berlusconi, úr flokkinum Forza Itala, letur her sína atkvøðu á tjóðartingsvalinum í dag. - Foto: Flavio Lo Scalzo/Reuters

Nógv færri enn væntað hava greitt atkvøðu higartil á tjóðartingsvalinum í Italia í dag.

Men tað broytir ikki gitingarnar um, at landið er á veg langt til høgri, og at tað eftir øllum at døma verður tann mest høgravíðgongda stjórnin síðani kríggið.

Valstøðini lótu upp klokkan sjey í morgun. Klokkan 12 høvdu bara 19 prosent verið á vali, og tað bendir á metlága valluttøku.

Tað eru færri, enn á valinum í 2018. Ta ferðina endaði tað við 73 prosent valluttøku, og tað var lægsta valluttøka síðani seinna heimsbardaga.

Valserfrøðingar spáa í dag, at tað kann enda við valluttøku niðan fyri 70 prosent.

Nýval er í Italia, eftir at stjórnin hjá Mario Draghi fall í juli.

Kanningar hava áður víst, at ein samgonga av høgraflokkum, undir leiðslu av Giorgia Meloni og flokki hennara, Brøðum Italia, fer at vinna stórt.

Flokkur hennara hevur sín uppruna í fasismuni. Hinir báðir flokkarnir eru flokkurin hjá Matteo Salvani Lega og flokkurin hjá Silvio Berlusconi, Forza Italia.

Meloni hevur havt gott samband við Viktor Orban í Ungarn, sum Evropatingið hevur lagt undir at vera í ferð við avtaka fólkaræðið.

Hinir hava tøtt sambond til russiska forsetan, Vlademir Putin.

Tað hevur fingið atfinnarar til at ávara um, at Italia verður ein trupul felagi í ES, um hesir tríggir flokkarnir fara at skipa eina komandi stjórn.

/ritzau/dpa

 

 

 

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Italia, Silvio Berlusconi, úr flokkinum Forza Itala, letur her sína atkvøðu á tjóðartingsvalinum í dag. - Foto: Flavio Lo Scalzo/Reuters