Vænta nakað av línufiski í næstu viku

- Vit rokna við, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er framvegis smáligur.

Myndin av frystilínuskipinum Kambi er tilvildarlig.

Tvey størri ísfiskalínuskip eru nýliga byrjað túr norðan fyri, og eitt minni ísfiskalínuskip er eisini nýliga byrjað túr á Føroyabanka.

 

- Møguliga koma øll skipini inn at landa síðst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Tvey frystilínuskip eru í løtuni í grønlendskum sjógvi. Annað landar mánadagin, og hitt landar væntandi seinni í vikuni.

 

- Eitt frystilínuskip er á Føroyabanka, og tvey eru á Føroyagrunninum.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður hampiligur, og veðrið sær út til at fara at roynast.

 

- Vit rokna við, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er framvegis smáligur, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin av frystilínuskipinum Kambi er tilvildarlig.