Vágafólk vísa vegin 

Vit kunnu læra nógv av kommununum her vesturi, sum í samráð við Sjúkrahúsverkið júst nú hava fingið eina kanningarstøð í lag í Vágum. Samstarvið við kommunurnar kann vera loysnin til lokalar kanningarstøðir aðrastaðni í landinum.

 

 Seinastu vikurnar hava víst, at summi øki verða tíverri gloymd, tá tað kemur til koronukanningar. Vit mugu finna eina varandi loysn, so borgarar í Vágum, Norðstreymoy, Sundalagnum og Eysturoy hava líka lætta atgongd at kanna seg sum onnur. 

 

Borgarar á hesum støðunum hava seinastu vikurnar koyrt seint á kvøldi til Havnar at kanna seg. Nógv av teimum við smáum børnum. Tað órógvar gerandisdagin, og tað kann ikki vera rætt, at summi hava nakrar fáar metrar til kanningarstaðið, meðan onnur skulu koyra langan veg úr heimbygdini. 

 

Vit kunnu vænta at liva við farsóttini í eina tíð aftrat, og tí mugu vit hava lokalar loysnir klárar. Í løtuni eru loysnirnar fyribils. Ókeypis koyring gjøgnum Eysturoyartunnilin og óregluligar kanningar í summum økjum eru fyribils og ikki haldbarar í longdini. 

 

Nú hava kommunurnar í Vágum bjóðað seg fram at standa fyri kanningunum í samstarvi við Sjúkrahúsverkið. Tað er ein skilagóð loysn, tá vit standa í líknandi støðum, sum vit eru í nú. Landið og harvið Sjúkrahúsverkið eiga at taka líknandi samstørv upp við aðrar kommunur, soleiðis at borgarar fáa lættari atgongd til kanningar kring alt landið – og ikki bara á størri plássum. 

 

Kommunurnar hava góða atgongd til høli og fólk, sum kunnu hjálpa til við kanningunum. Kommunurnar vilja hjálpa borgarunum, og tí vænti eg, at tær vilja gera alt fyri, at teirra borgarar fáa ein lættari gerandisdag í hesi truplu tíð. 

 

Um vit fylgja leistinum her vesturi og fáa samstarv í lag millum fleiri kommunur og Sjúkrahúsverkið, so gagnar tað skúlum, barnagørðum og eldraøkinum í kommununum og lættir um trýstið á kanningum í Havnini. 

 

Latið okkum tí fáa fleiri lokalar kanningarstøðir beinanvegin.

 

Jóhannis Joensen,

 

tingmaður fyri Javnaðarflokkin