»Tað eru ikki ráð at fara undir Vágatunnilin nú, íløgan má útskjótast til seinni«.
Hetta sær út til at vera niðurstøðan viðvíkjandi tunnilsgerð undir Vestmannasundi.
Tey, sum nýta farleiðina millum Vestmanna og Oyragjógv, ella millum Vágoynna og tann partin í Føroyum, sum vit kunnu kalla megnlandið, vita, at eitt ella annað skal gerast við trongan á hesi farleið.
Hetta innsóu teir kommunalu myndugleikarnir í Vágoynni í áttatiárunum og gjørdu eitt ávíst arbeiði fyri at fáa fast samband við meginlandið.
Hetta arbeiði bleiv tikið upp landspolitiskt og í 1988 bleiv byrjað at gera tunnil undir Vestmannasundi.
Fíggjarliga var tó grundarlagið ikki gott nokk, tá íløgan skuldi lánsfíggjast, samstundis sum landskassin var á veg inn í alt ov stóra lánibyrði.
Tað var so gott sum eingin, sum setti spurnartekin við teknisku loysnina, sum innibar at nú skuldi koyrast undir sundinum, heldur enn at sigla á tí.
Fíggjarligi spurningurin einsamallur var orsøkin til at arbeiðið bleiv steðgað aftur áðrenn komið var á mál.
Trýstið á farleiðina um tað mundið var ikki mett at vera størri, enn at haldast kundi fram við verandi samferðsluútbúnaði.
Broyttar fortreytir
Tvær fortreytir eru broyttar síðani seinas tí áttatiárunum; trýstið á farleiðina er blivið nógv størri, og fíggjarlógin gevur yvirskot.
Trýstið á farleiðina er so stórt í dag, at ferðasambandið er vorðið ein sannur fløskuhálsur. Hetta merkist í størstan mun hjá teimum, sum eru bundin av farleiðini dagliga, men eisini tey, sum bert av og til nýta hesa farleið gerast skjótt klár yvir, at her má eitthvørt gerast.
Vinnulívið, sum hevur brúk fyri farleiðini, missir nógva tíð og harvið pening, báðumegin sundið. Ferðafólkini uttan úr heimi og á veg í útheimin verða darvað, um so er at flogfarið ikki kemur ella fer til ásetta tíð. Tey, sum vegna sítt dagliga starv mugu um sundið, verða eisini darvað.
At tað skal vera neyðugt at almennu bussarnir og postbilarnir, sum fara um sundið, skulu hava framíhjárætt, vísir í sær sjálvum at ov lítil kapasitetur er.
Henda skipanin, sum er neyðug fyri uttanlandssambandið, ger so at onnur mugu koma í aðru røð, tað veri seg vinnulív og onnur ferðandi.
Tann sannroynd, at ferðslan framyvir ikki fer at blíva minni, men heldur fre at vaksa í stóran mun, ger eina íløgu í farleiðina bráðneyðuga.
Hin fortreytin, sum er broytt, er fíggjarliga støðan í landinum. Vit tosa nú um javnvág og yvirskot á fíggjarlógini. Hetta í sær sjálvum er tað sum ger, at vit aftur kunnu tosa um at velja hvør íløgan skal verða.
Íløgan
Uttan mun til hvørja íløgu, vit tosa um, so er tað ein íløga sum er stór og sum tekur eina ávísa tíð at fremja.
Skal ein varandi loysn finnast, so er spurningurin, um brúkast skulu uml. 100 milliónir kr. í eina ferju og hartil hoyrandi ferjulegu, hvar ein so má rokna við, at ferjan skal skiftast út fyri hvørji 25 ár. Ella veljast skal ein tunnilsloysn, sum gott nokk kostar tað tvífalda sum íløga, men hevur longri livitíð.
Tað ber sikkurt eisini til at velja eina ella aðra lappaloysn, men henda vil bert útskjóta trupulleikan og leggjast sum ein eyka byrði oman á endaligu loysnina.
Sjálvstýrisflokkurin royndi at seta hol á viðgerðina ? vit løgdu út við tunnilsloysn, sum mett verður at vera loysnin, sum fyrr ella seinni kemur at verða tann endaliga.
Hetta fingu vit ikki loyvi til ? spurningurin skuldi ikki viðgerast.
Vit trúðu, at aðrir stóðu saman við okkum, men mugu í dag ásanna, at vit tíverri stóðu einsamøll.
Sámal Petur í Grund