Vagn Foldbo nýggjur skúlastjóri í Fuglafirði

39 ára gamli Vagn Foldbo er í dag settur sum skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla. Hann kemur úr starvi sum aðalskrivari hjá Heimamissiónini Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur sett Vagn Foldbo sum skúlastjóra í Fuglafjarðar skúla.

Vagn er 39 ára gamal og hevur starvast bæði sum lærari og leiðari í fólkaskúlanum. Hann varð settur í starv sum lærari í Eiðis skúla í august 1996 og var í hesum starvi í tvey ár, tá hann varð settur sum skúlaleiðari í sama skúla. Vagn var fyristilærari í Eiðis skúla til 2004, tá hann fór í leiðarastarv sum aðalskrivari hjá Heimamissiónini. Skúlaárið 2008/09 hevur Vagn verið lærari í Hornslet skúla í Jyllandi.

Vagn hevur læraraútbúgving og hevur nomið sær eftirútbúgving í leiðslu. Hann hevur tikið útbúgving í persónligari leiðslumenning, sum Mentamálaráðið hevur skipað fyri og diplomleiðaraútbúgving á Føroya Handilsskúla umframt onnur styttri skeið innan leiðslu. Eisini er Vagn í holt við masterútbúgving á Århus Universiteti, har hann lesur ?master í etik og værdier i organisationer?.

Harumframt hevur Vagn verið limur í nevndini í Skúlaleiðarafelag Føroya og seinni skrivari hjá felagnum.

Vagn Foldbo tekur við starvinum 1. august 2009.