Vágur: Gott jóansøku- og kappróðrarveður

Tað er stilt og klárt, og sólin kagar fram.

Nú kappróðurin á jóansøku byrjar hvørja løtu, sær út til, at líkindini eru av teimum bestu.

 

Verið er gott á jóansøku í Vági í ár. Tað er stilt og klárt, og sólin kagar fram.

 

Nógv fólk sæst í gøtunum, og umframt kappróður, so bjóðar jóansøkan m.a. kabarett, framsýningar og dans og tónleikatiltøk.

 

Myndin omanfyri er tikin fyri lítlari løtu síðani.