Vakmyndatól skulu steðga kriminellum - ikki Ruth Vang

Ein vanligur mánamorgun. Mann vaknar, fer upp og ger seg kláran til dagin. Man tendrar útvarpið í bilinum og skal aftur ígjøgnum mánamorgunsritualið - at hoyra um bardagar. Summir ógvusligari enn aðrir.

 

 

 

Tað ið verturin endar við, er at spyrja Føroya fólk, um tey hava sæð nakað til slagsmálið ella slagsmálini, sum hendu í myrku rúsaði vikuskiftisnáttini. Viðhvørt hevur onkur sníkt seg at tikið upp hendingina við eini skelvandi telefon, millum hópin av ungdómum í ofta ringum veðri og myrkri. Eg havi sjálvur sæð nøkur av hesum sjónbondunum og prísi meg lukkuligan fyri, at eg ikki eri millum tey løgreglufólkini, ið skulu finna høvd og hala á upptøkunum.

 

Hetta er tað, løgreglan hevur at arbeiða útfrá í dag - kanska er okkurt hendinga videobrot, annars mugu løgreglufólkini bara vóna, at onkur hevur sæð hendingina, sum ikki er inhabilur og ikki hevði fingið ov nógv innanborða, tá bardagin tók skap.

 

Eitt av fesku málunum er tað um tann 77 ára gamla mannin, sum eina nátt síðst í apríl varð álopin á vegamótinum Tróndargøtu-Sverrisgøtu í Havn.

 

 

 

Eldri maðurin gekk fyri seg sjálvan og savnaði fløskur, tá tríggir ótangar steðgaðu bilinum við síðuna av manninum og ógrundað løgdu á mannin og góvu honum skaða í nakkan/økslina.

 

Teir trýggir mennirnir settu seg aftur í bilin og koyrdu avstað. Onki vitni, onki vakmyndatól. Fleiri vikur aftaná hendingina helt løgreglan fram við at bøna fólk, ið høvdu sæð okkurt illgrunasamt, um at venda sær til tey á tlf nr – 114. Um tað eydnaðist at finna teir tríggjar skal eg ikki siga.

 

 

 

Ruth Vang hevur uttan iva tað besta í hyggju, tá hon fleiri ferðir nevnir “rættin ikki at blíva eygleiddur”. Hon kemur við fleiri ræðandi tingum, sum hoyra nýggju tíðini til, har tøknin hevur yvirhálað okkum. Eisini nevnir hon, hvussu vit bera okkum øðrvísi at, tá vit verða eygleidd, í mun til tá vit ikki verða eygleidd.

 

 

 

Víst er tað, hon sigur, týdningarmikið og ræðandi, men hvussu tað er relevant fyri hetta kjakið skilji eg ikki.

 

 

 

Í stundini tú fer á alnótina er big brother eftir tær. Tú verður ikki bara eygleiddur, men eisini gagnýttur. Sosialu miðlarnir brúka og selja títt data til frama fyri algoritmunum, sum finna júst tey røttu uppsløgini, teir røttu bólkarnar, greinarnar og ikki minst lýsingarnar, sum lokka meira tíð og pengar burturúr tær. Hetta leiðir okkum til endamálið við eftirlitinum hjá tech-risunum, Pengar.

 

 

 

At løgreglan ynskir vakmyndatól yvir havnargøtum kann ikki samanberast við ræðandi pengasúgvandi tech fyritøkurnar, sum t.d Meta platforms (sum er Facebook, Messenger, Whatsapp og instagram), Twitter, Linkedin og Tiktok.

 

 

 

Løgreglan, kommunan ella Dátureftirlitið fer IKKI at eygleiða Ruth Vang, tá hon fer spákandi framvið káta horninum ein vanligan dag. Løgreglan fær einans atgongd til upptøkurnar um okkurt lógarbrot hendir. Til dømis um ein 77 ára gamal fløskusavnandi maður verður álopin. Eg haldi tað verða ein rímiligur prísur at rinda, at eitt myndatól kanska sær Ruth Vang og okkum onnur koma spákandi gjøgnum býin, við ongum eygleiðara hinumegin linsuna, um vit afturfyri fáa ein tryggari og rættvísari bý.

 

Ruth Vang stúrir fyri, at atburðurin hjá fólki fer at broytast við vakmyndatólum. Kann hann ikki broytast til tað betra? Endamálið er ikki at atburðurin hjá Ruth Vang skal broytast tá hon keypir sær ein mjólkapakka í Mylnuni, har hon sum tann almenni persónurin hon er, annars verður eygleidd av streyminum av fólki, ið ferðast gjøgnum býin. Endamálið er at broyta atburðin hjá teimum tíverri mongu, í flestu førum ungu monnunum, ið ynskja at gera skaða á fólk. Ella í minsta lagi at geva løgregluni bestu fortreytir, tá tað kemur til at loysa mál og geva teimum røttu fólkunum tann rætta dómin.