Vágs kommuna fegnast um vaksandi áhugan at gista í Vági. Í 2014 lat nýtt kampingøkið, Kamping Vágseiðið, upp, og seinastu tvey árini hava tey sæð ein stóran vøkstur í talinum av gistingum.
Talið av gistingum á Kamping Vágseiði er farið frá 159 gistingum í 2016 til fleiri enn 470 gistingar í 2018.
Vágs kommuna boðar frá, at tey, sum gista á Kamping Vágseiði, eru fólk úr øllum heiminum. Tey hava vitjandi úr alt frá Avstralia til Kanada og Frakland, hóast tey flestu – 75,7 prosent – eru úr Føroyum.
- Vit eru sera fegin um stóra vøksturin í talinum av gistingum á Kamping Vágseiði, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.
Kamping Vágseiðið liggur millum Vágs Høll og Vatnið, og har er pláss til 12 kampingvognar og hartil er stórt tjaldingarpláss.
Kommunan sær ein stóran vøkstur í bæði kampingvognum og tjaldingum. Í ár hava tað verið serliga nógv, sum hava brúkt tjaldingarplássi, og eru tað fólk í øllum aldri, sum vitja á kampingplássinum.
- Vit hava seinastu árini roynt at uppraðfest møguleikarnar hjá ferðandi, sum vitja í Vági, bæði við kampingøkinum, og við at betra um atkomumøguleikarnar hjá fólki at njóta løturnar t.d. í náttúruni vesturi á Vágseiði. Tað er eisini sjón fyri søgn, at vit hava sera nógv góð tilboð til vitjandi, bæði stórsligna náttúru og góðar umstøður innandura í Páls Høll og nýggju Marghøllini, og tað dregur uttan iva fólk til økið, sigur Dennis Holm.
Dennis Holm vísir á, at hendan framgongdin eisini vísir seg í matstovunum og gistingarhúsunum, og tað setir nøkur krøv til Vágs kommunu. Kommunan arbeiðir tí áhaldandi við framhaldandi menning av tænastum og tilboðum til ferðafólk.