Vakurleiki: Ikki longur dømast eftir útsjónd

Miss Amerika-luttakarar skulu ikki longur dømast eftir útsjónd – men eftir tí, sum tær siga

 

Miss Amerika-luttakarar skulu ikki longur dømast eftir útsjónd, sigur forkvinnan Gretchen Carlson

 

 

Í 1921 varð kappingin Miss America, har ungar kvinnur kappaðust um at síggja best út í svimjiklæðum, uppfunnin sum ein háttur at lokka ferðafólk til strenduranr í Atlantic City á amerikansku eystursíðurni.

 

Síðani tá hevur máttin at síggja kvinnur uppá broytt seg í USA, og tað fær ta avleiðing næsta ár, at luttakararnir í varkurleikakappingini ikki skulu dømast upp á útsjóndina.

 

Tað upplýsir Gretchen Carlson, sum stendur á odda at fyriskipa kappingina og sjálv er fyrrverandi vinnari í Miss America.

 

– Vit fara ikki at døma tað fyri tína útsjónd, tí tað sum hevur okkara áhuga er tað, sum ger teg til teg, segði hon í gjár í morgunsendingini »Good Morning America«.

 

Kappingin hevur í fleiri áratíggju fingið klagur frá kvinnubólkum, sum hava lagt kappingina undir at vera gamaldags, sexistisk og meira enn vanliga fjollut.

 

Og tað er helst ikki av tilvild, at tað er Gretchen Carlson, sum tekur svimjiklæðini burtur úr kappingni. Hon er fyrrverandi sjónvarps-vertur hjá sjónvarpsstøðin Fox News. Hon fór úr starvinum í 2016, eftir at hon hevði lagt sak ímóti formanninum í sjónvarpsstøðíni, Roger Ailes, fyri kynsligan ágang.

 

Síðani tá er hon vorðin ovasti leiðari í stjórnini handa Miss America-kappingina. Hon tók við eftir eina gølu, har fyriskiparar í teldupostum høvdu háða Miss America-vinnarar fyri intelligens, útsjónd og sexlív.

 

Frá næsta ári verður tann parturin, har luttakarar trína fram í svimjiklæðum ikki við.

 

Í staðin verður ein partur, har luttakararnir skulu »framhevja avreksverk teirra og mál her í lívinum, og hvussu hon vil nýta síni evni, tokka og sítt framsøkni til at útinna heitið sum Miss America.

 

– Tað eru orðini, sum koma av varrum teirra, sum hava okkara áhuga, sigur Gretchen Carlson.

 

Í ár verður tí síðsta árið, har luttakararnir í kappingini skulu kappast um at síggja best út í svimjiklæðum. Miss America er ein av tveimum stórum vakurleikakappingum í USA. Hin, Miss USA, varð stovnað í 1950'unum av framleiðarum av svimjiklæðum, sum vóru argir um, at teir ikki kundu nýta myndirnar av Miss America-luttakarunum í teirra svimjiklæðum.

 

Vinnarin av Miss USA sleppur eisini við til Miss Universe – ein vakurleikakapping, sum forstin í USA, Donald Trump, átti frá 1996 til 2015.

 

 

/ritzau/AP