Valfundir á Skálafjørðinum

Nú kommunuvalið stundar til, verða tveir valfundir á Skálafjørðinum í hesi vikuni. Annar verður í Glyvra skúla og hin á Skála

Valfundir

36 valevnir á tilsamans trimum listum eru stillaði upp til kommunuvalið í Runavíkar kommunu.
Til valið hesaferð eru øll valevnini á einum lista, heilt úr Æðuvík og Rytuvík til Lambar. 14 fólk eru á hesum listanum, sum eisini verður róptur Runavíkar-listin. Søldfirðingar og fólk á Skipanesi hava sín egna lista, sum telir 7 valevni. Síðan er sonevndi Skála-listin, sum eisini fevnir um bygdirnar í núverandi Oyndarfjarðar-og Elduvíkar kommunu. Á hesum listanum eru 15 valevni.
Mikukvøldið komandi klokkan 19 verður almennur valfundur í fimleikarhøllini í Glyvra skúla, og leygardagin verður valfundur á Skála.
Laura Olsen, sum saman við orðstýraranum, Hilmari Jan Hansen, skipa fyri fundinum á Glyvrum, sigur, at tey á fyrsta sinni skipaðu fyri einum tílíkum valfundi undan seinasta vali.
- Nógv fólk komu at lýða á, og hetta var ein góður fundur.
Hon vónar, at undirtøkan verður eins góð hesaferð.
- Fundurin verður skipaður soleiðis, at valevnini fáa tveir minuttir í part til framløgu. Síðan verður spurnarorðaskifti, har fólk fáa høvi at seta spurningar, og at enda sleppa valevnini at taka saman um.
Laura Olsen sigur seg vóna, at valevni og áhoyrarar møta fjølment til valfundin á Glyvrum.