Beinleiðis: Valfundur á Reinsarínum

Tað hevur verið ógvuliga soltið við mentan í valstríðnum, men nú sleppa valevnini ikki at snúgva sær meir. Vit hava boðið valevnum úr øllum flokkunum oman á Reinsaríð, har einasta evnið á skránni er mentan. Ongir tunlar, loysing ella samband… bara mentan.

 

Umframt valevnini, hava vit fingið Dánjal á Neystabø og Jón Sonna Jensen at umboða listafólkini.

 

Hevur tú hug at hoyra, hvat valevnini hugsa um mentan? Ella kanska tú hevur spurningar til valevnini? Jamen, so er at koma oman á Reinsaríið 1. desembur klokkan 20:00.

 

Óluva Zachariassen er orðstýrari.

 

##med2##